Ólóglig víðarisøla: Selja atgongumerki fyri okursprís

Fyrireikararnir handan Jól við Løkin uppliva nú ólógliga víðarisølu

Í gjárkvøldið skrivaði Løkshøll á Facebook um støðuna við atgongumerkjasøluni av tiltakinum Jól við Løkin. Sum flestum kunnugt er hetta eitt so mikið vælumtókt tiltak, at atgongumerkini til eykasýningina fóru innan ein minutt. 

 

 

 

Men nú letur til, at onkur keypir innundir seg fyri síðani at selja víðari til tey, sum vilja sleppa til konsertina. Tí í gjárkvøldið komu hesi boðini á Facebook: 

 

 

 

- Vit eru gjørd varug við, at atgongumerki til Jól við Løkin eru í útboði fyri okursprís. Fyrireikararnir handan Jól við Løkin vilja eins og Føroya Politi minna á, at víðarisøla við vinningi fyri eyga er ólóglig. Verða vit gjørd varug við ólógliga handlað atgongumerki, verða hesi strikað í skipan okkara, og virka tí ikki, tá ið tey verða skannað við hurðina, skrivar Løkshøll og leggur aftrat, at víðarisøla fyri keypsprís er eingin trupulleiki. 

 

 

Hetta er ikki ein nýggjur trupulleiki, tí í summar og fjør summar hava fyrireikararnir av tiltakinum Voxbotn í Havn upplivað tað sama - at atgongumerki eru keypt fyri lægsta prís og síðani seld víðari fyri okursprís. 

 

 

 

Meira um málið á in.fo um eitt lítið bil.