Ólóglig súluveiða í Mykineshólmi

Aftur í ár er ólóglig súluveiða farin fram í Mykineshólmi. Menninir, sum fremja hesa veiðu, er teir somu tveir, sum nú hava gjørt tað í fleiri ár. Her eru allar greiðar reglugerðir og viðtøkur á økinum, sum upp á tað grovasta verða tilsíðusettar

Ólógliga veiðan í ár bleiv enntá gjørd sama dag, 28/8, sum fráboðað var at fara á Flatadrang eftir súlum samsvarandi viðtøkum.

Tað er harmiligt, at reglugerðir/viðtøkur og ikki minst góð gomul siðvenja soleiðis verður slept fyri bakka. Eg eri føddur og uppvaksin í Mykinesi, havi búð í oynni í eini 37 ár, havi sostatt upplivað og minnist nógv, sum nógv núbúgvandi ikki hava upplivað, men eitt sum hevur verið gjøgnumgangandi eyðkenni fyri bygdina er, at sjálvt um ósemjur óivað altíð hava verið, so hava hagi, bjørg og bátur haft ein felagsnevnara, sum hevur verið hjálpsemi og samarbeiði. Hettar er hesin maður/menn í ferð við at niðurbróta fullkomiliga.

Men hvussu kann tað vera, tá sjálvt okkara løgregla/vága sýsla stuðlar uppundir og gevur faktiskt hesum monnum rætt til hesa veiðu.

Eg meldaði somu søk til løgregluna í fjør, har sýslumaðurin, Regin Jespersen, tók sær av sakini og fylgjandi brævaskifti, har allar møguligar burturforkláringar fylgdu við og sakin bleiv slept, grundað á at sýslumaðurin ikki helt, at eg hevði hald í mínum pástandi.

Hvussu nógvar súlur teir hava tikið í ár, veit eg ikki, tað er fyri sovítt sakini óviðkomandi, tað er mátin, sum er sera ódámligur. Men í fjør tóku teir 60 súlur, sostatt 30 súlur í part, samanborið við 370, sum eigarar ellar tóku í hólminum, sum tá ið súlur fyri línu og annað varð tikið burturav, bleiv til 12 súlur í part til 27 partar.

Sum flestu kunnugt eru tað tey, sum eiga jørðina, sum hava rættin at veiða súlu. Oyggin er 40 merkur, 640 gyllin. Skipanin er 24 mans + bát við 3 monnum. Til hvønn av hesum 24 monnunum skulu altso 26,6 gyllin hvørt árið. Hesir báðir menninir talan er um, eiga 9 gyllin tilsamans og gera hervið stórt grin burtur úr restini av eigarunum til 631 gyllin.

Fyri ikki alt skal vera negativt kann eg viðmerkja, at súlustovnurin neyvan nakrantíð hevur haft tað betur enn í ár. Man skal heilt aftur til metárið 1951 til samanbering. Stovnurin á Flatadrangir í ár er 137 ynglandi pør í mun til nógv nógv undanfarin ár, har stovnurin hevur verið ca. 120 pør. Fyri hólmin sum heild er súlustovnurin í støðugari menning.

Tey, sum eiga eftir av súlum í hólminum í ár eru fráboðaði um, at farið verður so skjótt viðrar.