Hvørt vikuskifti fær løgreglan fleiri fráboðanir um óskrásettar bilar, ið standa parkeraðir til ampa á almennum vegi. Hetta vikuskiftið hava verið tríggjar fráboðanir um hetta, og tað er sæmbart vakthavandi regluliga at tað gevur løgregluni nógv eyka arbeiði.
- Tað ger, at vit mugu út at leita eftir eigaranum av bilinum, soleiðs at hann kann verða fluttur. Tað kemur eisini ofta fyri at bilarnir bara verða fluttir, og so verður rokningin send eigaranum. Men tað er næstan hvørt vikuskifti, at hetta elvir til eyka leitingararbeiði, greiðir vakthavandi á løgreglustøðini í Havn frá.
Óskrásettir bilar mugu ikki standa parkeraðir á almennum vegi, men tað kemur oftari og oftari fyri, verður greitt frá av løgreglustøðini í Havn.