Tað kom sera dátt við, tá seks deildarleiðarar fyri hálvu aðru viku síðani fingu fráboðan um, at teir vórðu sagdir úr sínum leiðarastørvum í Sjónvarpi Føroya. Orsøkirnar vóru bygnaðarbroytingar fyri at fáa eitt smidligari og professionellari sjónvarp, har fýra deildir innan framleiðslu av sendingum vórðu niðurlagdar. Hesar eru tíðindadeildin, mentanardeildin, samskiftisdeildin og framleiðsludeildin, og leiðararnir av hesum deildum fingu boð um, at teir vórðu sagdir úr starvi.
Gloymdar hoyringar
Viðkomandi starvsfólk eru limir í Starvsmannafelagnum, og fakfelagsformaðurin Gunnleivur Dalsgaard sigur, at mannagongdin hjá leiðsluni í SVF ikki hevur verið sambært lógini.
- Fyrisitingarlógin ásetur, at starvsfólkini hava rættin til hoyringar, og hetta skal altíð gerast, áðrenn nakar verður sagdur úr starvi, slær fakfelagsleiðarin fast. Við tað at SVF leyp um hoyringarnar, hevur Starvsmannafelagið víst sína ónøgd við skeivu mannagongdina, og hevur SVF leiðslan tikið hetta til eftirtektar.
- Í staðin fyri beinleiðis uppsagnir vórðu hoyringar seint í seinastu viku sendar deildarleiðarunum, og ikki fyrr enn hoyringsfreistin er úti tíðliga í apríl, kann støða takast til, hvat víðari fer fram, sigur Gunnleivur Dalsgaard.
Hoyringin fer fram skrivliga, og er hetta ein lógarbundin gongd, har deildarleiðarar sambært Gunnleivi eiga at fáa eina góða og grundleggjandi frágreiðing um, hví teir eru sagdir úr starvi, so teir eisini hava møguleikan at koma til orðanna.
- Men hesar hoyringar vórðu lopnar um við beinleiðis boðum um uppsøgn, og hetta hava vit nú fingið broytt, staðfestir formaðurin í Starvsmannafelagnum. Hóast fakfelagið ikki kann avgerða, hvat endaliga úrslitið verður, er ábyrgdin sambært formanninum altíð at tryggja tey rættindi, limirnir hava.
- Nú er hoyringsprosessin í gongd, og so dugi eg ikki at siga, hvat víðari hendir, endar Gunnleivur Dalsgaard, formaður í Starvsmannafelagnum.