Tey lágløntu í Danmark mugu góðtaka at fáa minni løn. Gera tey ikki tað, flyta teirra arbeiðsgevarar av landinum, tí teir klára seg ikki í kappingini.
Tað sigur aðalstjórin í A.P. Møllers-Mærsk, Nils Smedegaard Andersen (myndin), við Berlingaran í dag. Hann leggur afturat, at annaðhvørt má Danmark kappast undir altjóða treytum ella skarva av vælferðini.
Sosialdemokratarnir og Tey Radikalu rósa Mærsk-stjóranum fyri at varpa ljós á eina betri lønarkapping, men flokkarnir eru kortini ikki til reiðar at lækka lønina hjá teimum áfaklærdu og teimum við lítlari útbúgving. Í SF halda tey orðini hjá Mærsk-stjóranum vera ræðandi.
Formaðurin í Vinstra, Lars Løkke Rasmussen, er fegin um, at Nis Smedegaard Andersen tekur málið upp, men ásannar, at hetta er ikki nakað, sum kann loysast í einari handavend.
-Vit skulu fyrst og fremst syrgja fyri at útbúgva og førleikamenna okkum, so at vit kunnu kappast um vitanarstørv, men vit skulu eisini tryggja, at okkara løn ikki hækkar meiri enn í útlondum, so okkara kappingarførið versnar, sigur Vinstra-formaðurin við blaðið.