- Higartil hava vælbjargaðir privatpersónar og ymiskir fakbólkar havt sera lukrativar pensjónsskipanir sum kapitalpensjónir. Av inngjaldinum til kapitalpensjón hava tey havt ein skattafrádrátt svarandi til 57% av inngjaldinum, men tey skulu bara gjalda 35% í skatti, tá kapitalpensjónin verður útgoldin. Hetta verður nú tikið av. Hans Pauli Strøm, løgtingsmaður Javnaðarfloksins, er onga løtu í iva um, at nýggi pensjónsreformurin verður ein betri og samhaldsfastari skipan enn hin verandi.
- Samanbera vit, hvat fólkapensjónistar fáa nú við tað, sum teir fara at fáa í 2012 og í 2020, tá allar broytingar eru gjøgnumførdar, so verður hetta úrslitið:
* 2012, stakur pensjónistur: Allir stakir pensjónistar við ársinntøku upp til 287.000 kr. fáa eina hækking í samlaðu pensjónini - í miðal 500 kr. meir um mánaðin. Øll omanfyri fáa minni.
* 2020, stakur pensjonistur: Allir stakir pensjónistar við ársinntøku upp til 378.000 kr fáa eina hækking í samlaðu pensjónini - í miðal 1500 kr. meir um mánaðin. Øll omanfyri fáa minni.
* 2012, giftur pensjonistur: Allir giftir pensjónistar við ársinntøku upp til 240.000 kr fáa eina hækking í samlaðu pensjónini - í miðal 335 kr. um mánaðin. Øll omanfyri fáa minni.
* 2020, giftur pensjonistur: Allir giftir pensjónistar við ársinntøku upp til 310.000 kr fáa eina hækking í samlaðu pensjónini - í miðal einar 1200 kr. um mánaðin. Øll omanfyri fáa minni.
Haraftrat verður fólkapensjónin munandi styrkt:
Øll fólkapensjónin skal nú dýrtíðarregulerast.
Hans Pauli Strøm vísir á, at øll grundupphæddin hevur verið fastfryst síðan 1999 og er minkað í virði á hvørjum árið.
Nú skal øll fólkapensjónin dýrtíðarregulerast, eins og mótrokningin millum hjún verður tikin burtur.
- Eyðmýkjandi mótrokningin millum hjún verður tikin burtur, so tey fara at fáa sína pensjón, uttan mun til inntøkuna hjá hinum partinum.
Hans Pauli Strøm sigur, at tað fer eisini at loysa seg betri at arbeiða sum pensjónist.
- Hetta hendir við, at mótrokningin verður lækkað úr 60 til 30%, og hóast mótrokningarfría upphæddin eisini verður minkað, verður úrslitið ein vinningur.
Løgtingsmaðurin sigur, at samhaldsfasti eisini verður hækkaður. Í nýskipanini verður eisini inngjald til Samhaldsfasta hækkað, so útgjaldið kann hækkað úr 2.690 kr. um mánaðin til 3.075 í 2012 og 3.463 í 2020.
- Higartil hava vælbjargaðir privatpersónar og ymiskir fakbólkar, eitt nú akademikarar og onnur starvsfólk havt sera lukrativar pensjónsskipanir sum kapitalpensjónir. Av teirra inngjaldi til kapitalpensjónina hava tey havt ein skattafrádrátt svarandi til 57% av inngjaldinum, men tey skulu bara gjalda 35% í skatti, tá kapitalpensjónin verður útgoldin.
Hans Pauli Strøm sigur, at hetta verður nú tikið av.
- Øll fara at fáa tryggjaða eina sámiliga pensjón, bæði tey uttan nakrað arbeiðsinntøku, eins og øll onnur, sum koma at gjalda inn lutfalsliga eftir arbeiðsinntøku.
Løgtingsmaðurin leggur aftrat, at øll fara at fáa ein lut úr felagsinngjaldinum til Samhaldsfasta og skattaskipanina, men við broyttari mótrokningarskipan og burturtøku av skattafíggjaðum framíhjárættindi hjá vælbjargaðum, fara láginntøkurnar at fáa mest burturúr nýskipanini.