Lóglýdni

Nú verður fólkatingsval, og teir sum valdir verða, skulu geva eitt hátíðarligt lyfti um at halda donsku stjórnarskránna.

Hetta er tí, at vit leggja dent á lóglýdni, so at vit halda galdandi lógir. Tað ein sjálvfylgja, at fólkating Danmarkar heldur ta stjórnarskrá, sum tað sjálvt hevur samtykt og sum ásetur hvussu Danmarkar ríki skal stýrast.

Eitt av tí sum ríki kunnu gera, er at gera sáttmálar við onnur ríki um ávís viðurskifti. Hesir sáttmálar hava hægri gildi enn sjálvt stjórnarskráin. Stendur nakað í stjórnarskránni, sum ikki er í samsvari við ein galdandi sáttmála, so er henda áseting óvirkin.

Hetta hevur týdning fyri okkara fólkatingsmenn.

Stjórnarskrá Danmarkar er nevnliga ikki stjórnarskrá okkara.

Orsøkin til hetta er, at vit ikki eru ein partur av Danmarkar ríki. Okkara samband við Danmark er ásett við einum altjóða sáttmála millum okkum og Danmarkar ríki.

Vit kunnu tí eins og danir gera okkum eina skrivaða stjórnarskrá, men vit kunnu eisini gera eins og bretar, sum onga skrivaða stjórnarskrá hava.

Tað er hetta, sum vit higartil hava valt í ríki okkara.

Tær hægstu reglurnar fyri stýri Danmarkar og okkara eru tí at finna í sjálvum sáttmálanum okkara millum. Tær eru ikki nógvar, men sera greiðar.

Har verður ásett, at vit eru javnlíkar. Báðir partar hava tí nágreinliga eins nógv at siga í felagsmálum.

Felagsmálini eru tvey.

Annað av hesum er tann felags oddamaður fyri bæði ríkini. Hann skal verða valdur í semju millum báðar partar.

Hitt felagsmálið er kríggj. Ríkini kunnu ikki fara í kríggj uttan at tey bæði eru samd um hetta.

Hesin sáttmáli er hægsta lóg okkara eins og Danmarkar.

Tá okkara fólkatingsmenn verða bidnir um hátíðarliga at halda stjórnarskrá Danmarkar, er tað tí hóskiligt fyri teir eins og allar aðrar lóglýdnar teknar, at teir fyrst hátíðarliga geva lyfti um at halda sjálvan sambandssáttmálan.