Lógirnar ikki broyttar eftir einum degi

Í dag hevur løgtingið samtykt at yvirtaka lógarøkið viðvíkjandi persóns-, húsfólka- og arvarætti, og yvirtøkan fær gildi á ólavsøku í 2018.

Í dag hevur løgtingið samtykt at yvirtaka lógarøkið viðvíkjandi persóns-, húsfólka- og arvarætti. Yvirtøkan fær gildi á ólavsøku í 2018.

 

- Tað merkir, sigur Heilsu-og Innlendismálaráðið í tíðindaskrivi, at framyvir verða tað føroyskir myndugleikar, sum hava lóggávuvald og útinnandi valdið á familjurættarliga økinum - ein uppgáva, sum í dag liggur hjá donskum myndugleikum og verður útint hjá Ríkisumboðsmanninum.

 

Víst verður á, at málsøkið persóns-, húsfólka- og arvarættur fevnir um lóg um foreldramyndugleika og samveru, lóg um hjúnaband og hjúnaskilnað, arvalógina, ættleiðing, verjumálslógina og fleiri aftrat hesum.

 

- Lógirnar verða tó ikki allar broyttar eftir einum degi. Donsku lógirnar verða framhaldandi galdandi, til tær so við og við verða avloystar av føroyskum løgtingslógum.

 

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, sigur, at familjurættarliga økið fevnir um reglur sum røkka heilt inn í føroysku familjuna.

 

- Við yvirtøkuni hava vit tryggjað, at tað verða føroyingar og okkara løgting, sum koma at taka stig til at broyta reglurnar á økinum og avgera, hvussu hesar skulu verða.


Landsstýriskvinnan leggur aftrat, at tað fyrsta, sum hon ætlar sær at fara í holt við, er løgtingslóg um foreldramyndugleika og samveru.