FÓLKAKIRKJAN
Uppskotini eru um ”kirkjuráð og próstadømisráð” og um ”at brúka kirkjuna og limaskap í fólkakirkjuni”. Til ber at lesa lógaruppskotini á heimasíðu Mentamálaráðsins www.mmr.fo undir slóðini: ”hoyring”.
Øll eru vælkomin at gera viðmerkingar til uppskotini beinleiðis á heimasíðuni.
Lógirnar verða sendar kirkjuráðunum og felagsskapunum innan Fólkakirkjuna. Til ber at fáa lógirnar sendandi við at venda sær til Mentamálaráðið.
Freistin at gera viðmerkingar til lógaruppskotini er mánadagin tann 22. januar 2007.