Íverksetan: Umsitingarligu reglurnar skulu verða lættar og greiðar at virka undir – og minkast skal um føroyskar serreglur.
Tað heldur strategibólkurin fyri íverksetan.
Vinnulóggáva og reglur annars skulu gerast lagaligari fyri smærri virki, soleiðis at hesi ikki drukna í fyrisitingarligum uppgávum.
Bólkurin heldur eisini, at vinnulóggávan skal fylgja altjóða reglum og soleiðis styrkja føroyskar fyritøkur á útflutningsmarknaðinum.