- Fyrst og fremst er hetta bara ein fløga, ið okkum dámar, og sum onnur vónandi eisini fara at dáma.
Lena Andersen leggur mikrofonina eina løtu hetta týskvøld, fýra dagar undan fløguútgávuni. Hon smílist, bjóðar kaffi og er annars so natúrliga til reiðar at práta um sítt hjartabarn, tónleikin.
Leygarkvøldið verður pallurin fluttur úr venjingarhølinum í einum av virkisbygningunum í Havnadali til konsertsalin í Norðurlandahúsinum, frumskóg-urin av leidningum verður trimmaður til stóra pallin, og siðstu akkordir samanspældar.
Við tveimum konsertum, í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið og í Mentanarhúsinum í Fuglafirði sunnukvøldið, verður nýggja fløgan við 29 ára gomlu Lenu Anderssen, "Can?t Erase It", send á marknaðin.
Hevur lært
Fyri skjótt seks árum síðan gav Lena Anderssen út fløguna "Long Distance." Samanborið við ta útgávuna er nýggja fløgan meira hugsunarsom, meira kensluborin og meira persónlig. Eisini er hon betur gjøgnumarbeidd, metir songkvinnan.
- Eg havi lært nógv síðan tá. Og henda fløga ber kanska brá av, at eg hyggi aftur á, hvat er hent, og geri mær nakrar tankar um tað, sigur Lena og skoytir uppí, at fyrra fløgan í størri mun útstrálaði eina vreiði.
Men tað er ikki bara sjálv fløgan, ið er øðrvísi hesaferð. Eisini prosessin er heilt ein onnur. Meðan fyrra fløgan bygdi á løg, sum Lena og Niclas høvdu gjørt saman, og síðan innspælt, so hevur hetta verið ein longri proces.
- Óli Poulsen hevur verið við, at kalla síðan løgini vóru "fødd", og saman við honum hava vit arbeitt nógv við teimum í upptøkuhølinum. Vit diskuteraðu nógv.
Lena fer at flenna. Diskussiónirnar kundu vera langar.
- Óli var sera krevjandi. Eg helt kanska, at nakað var gott, og so segði hann, at tað var als ikki gott. Og tá eg helt, at nú hevði eg vundið tvøvuna so nógv sum tilbar, so vildi hann hava enn meira.
- Vit kundu skjótt blíva ósamd. Kanska er tað tí at vit eru fødd í sama stjørnutekni. Men vit blivu so altíð samd aftur.
Lena leggur smílandi afturat, at Niclas var eitt slag av einum millummanni, tá diskussiónirnar gingu heitast.
Sangkvinnan hevur nú verið eina løtu burtur frá mikrofonini, og tað byrjar at kitla í fingrunum á tónleikarunum. Onkur trívur í ein gamlan Abba-slagara, áðrenn James Olsen fer yvir í ein jazz?utan blues?ara. Onnur ganga aftur og fram millum leidningarnar á gólvinum, ið kundu gjørt einum fløkjustampi so dyggiliga til skommar. Ikki færri enn tíggju tónleikarar vera við á konsertunum um vikuskifti, og burtursæð frá tveimum eru tey øll savnað í venjingarhølinum í kvøld.
Lena kemur aftur inn á diskussiónirnar við Óla:
- Tú hevur eina visión við tí, ið tú ætlar at gera. Men hin parturin hevur kanska eina øðrvísi visión. Og tí er uppgávan at møtast á hálvari leið, uttan at úrslitið gerst hálvt.
Men samtíðis sum dagarnir í upptøkuhølunum vóru krevjandi, ikki minst við einum produsara, ið setur høg krøv, so vóru teir læruríkir.
- Eg haldi at Óli trúði meira uppá meg, enn eg gjørdi sjálv. Hann fekk meg til at sláa meg leysa og geva meg fult út til tónleikin.
Endurfødd
Tað sæst tíðuliga á Lenu, at hon hoyrir heima mitt í tónleikinum. At hon livir fyri tónleikin, ið hon hevur valt sum sína yrkisleið burturav.
Tey tólv løgini, ið nú eru at finna á "Can?t Erase It" eru vald burtur rúgvuni av løgum, ið hon og maðurin Niclas hava skrivað síðstu tvey árini. Nú er arbeiðið lidugt, og fløgan komin á gøtuna.
- Tað hevur verið ein lang proces, og tí er ringt hjá mær at fyrihalda meg til fløguna beinanvegin.
Lena steðgar á eitt bil.
- Løgini hava verið so leingi hjá okkum, og vit hava arbeitt so nógv við teimum, at tey eru at kalla endurfødd.
- Men um eina tíð, so verði eg glað fyri fløguna, leggur hon afturat.
Tónleikurin er alt
Hóast viljin og dreymarnir eru til tónleikin, og Lenu dámar tað, ið hon ger, so vísir hon samtíðis á, at tað hevur sín prís.
- Til dømis hava vit eingi hús og ongan bil, men búgva til leigu í eini kjallaraíbúð. Men vit hava ein góðan gerandisdag. Og so má ein bara arbeiða hart og vóna, at tað einaferð fer at bera ávøkstur.
Nógv tíð fer til at skriva løg, og tá farið var undir hesa fløguna høvdu tey eini fjøruti at velja ímillum. Seytjan løg komu við í upptøkuhølið, og tey vóru síðan barberað niður til tólv. Tí er avgjørt nakað at arbeiða víðari við, eftir at henda fløgan er farin av bakkastokki.
Somuleiðis vera summi av løgunum, ið pláss ikki var til á fløguni, at hoyra á útgávukonsertunum, lovar Lena.
Og fyri tí at tey ikki komu við á fløguna, so verða tey ikki gloymd kortini. Tí, sum hon tekur til, so eru øll løgini teirra "darlings".
- Eg og Niclas hava eingi børn, so tú kanst siga, at løgini eru okkara børn, leggur hon afturat.
Vancouver kallar
Um mánaðarskiftið apríl maj fara Lena og Niclas til Vancouver, ið liggur við kanadisku vesturstrondina. Drúgva arbeiðið við fløguni hava tey við sær og ætla at byggja víðari á.
- Vit ætla okkum at spæla nógv live, og annars royna at finna okkum til rættis har yviri, greiðir Lena frá.
Sjálv hevur Lena kanadiskar røtur, og hjúnini hava áður verið har yviri við sínum tónleiki. Nú verður uppgávan at finna kontaktpersónarnar aftur, og annars finna stemningin í býnum.
- Men vísir tað seg, at Vancouver ikki er tað rætta, so fara vit víðari til ein annan bý.
- Vit ætla okkum so at arbeiða málrættað, og so mugu vit síggja, hvat úrslitið verður. Fyribils hava vit sett tvey ár av - men annars má tað taka ta tíð, tað tekur, leggur hon afturat.
Lena fer inn aftur í venjingarhølið, og tónleikararnir gera seg til reiðar. Kensluborið, stillisliga og rámandi byrjar hon:
- Seasons will change, nothing will change, the way I feel for you...
???????
Can?t Erase It
Lena Anderssen og Niclas Johannesen hava skrivað tey tólv løgini á fløguni, nøkur saman við Óla Poulsen. Upptøkurnar eru gjørdar í Lundgaard Studio og síðan hevur verið arbeitt víðari við teimum í Mix?n?Fix studio hjá Óla Poulsen í Lyngby.
Útgávukonsertir verða leygarkvøldið 27. og sunnukvøldið 28. marts, ávíkavist í Norðurlandahúsinum og Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Við á konsertini verða Lena Anderssen, Niclas Johannesen, Óli Poulsen, Hans Poulsen, James Olsen, Ólavur Øster, Finnur Hansen, Kim Hansen, Laila Carlsen og Jákup Zachariassen.