Beate L. Samuelsen, býráðslimur
Vit í minnilutanum í Tórshavnar Býráð halda tað vera sera løgið, at umboð fyri Kommunala Eftirlitið longu ein tíma undan býráðsfundinum hósdagin 15. des. 2005, í útvarpinum hevði eitt greitt svar til reiðar viðv. Degns húsum, um so var, at minnilutin ætlaði sær at kæra keypið av húsaognini.
Kæran um óhugnaliga kostnaðarmikla húsakeypið varð ikki send fyrr enn eina lítla viku seinni, 21. des. 05.
Hetta man vera fyrstu ferð í Føroya søgu, at ein kæra verður svarað, longu áðrenn málið er viðgjørt á býráðsfundi og áðrenn úrslit av viðgerðini fyriliggur.
Eitt so skjótt munnligt svar fra Kommunala Eftirlitinum hava vit sum býráðslimir ongantíð upplivað.
Vit í minnilutanum gita, at hetta var gjørt fyri at minnilutin skuldi typpast og sleppa ætlanini at kæra málið um Degns hús.
Her skal líka viðmerkjast, at sama svar frá Kommunala Eftirlitinum 15. desember var leitað fram aftur í tíðindaflutningi útvarpsins á miðdegi hósdagin 22. desember og serverað fyri lurtarunum einaferð aftrat.
Tey mál, vit í minnilutanum higartil í 2005 hava kært fyri Kommunala Eftirlitinum, hava vit ikki fingið svar uppá enn.
Kann vera, tað ikki er ein og hvør, sum fær svar, ið spyr ella kærir málsviðgerðir fyri Innlendismálaráðnum, sum Kommunala Eftirlitið hoyrir undir, men bert summi.










