Løgin Oddagrein

Aftan á í oddagreinini í gjár at hava tikið støðu fyri øðrum partinum í eini ósemju endar oddagreinskrivarin við hesum orðum:

?Men tað, sum ørkymlar mest, er, at tað fæst ikki at vita, hvør veruliga orsøkin er til arbeiðsósemjuna?. Trupuleikin ber brá av vantandi samstarvi og leiðslupolitikki.?

Løgið fyrst at taka støðu í eini ósemju, og so spyrja hvør trupuleikin er.

Hetta skal kanska skiljast, sum nýggja objectiva linjan hjá blaðstjórnini ella kanska hjá javnaðarflokkinum, tá tað snýr seg um at verja vunnin rættindi. Líka mikið, hvussu hesi rættindi verða nýtt av nøkrum fáum persónum, so vita vit, at teir altíð hava rætt. ? Óneyðugt at kanna málið.

Tøkk fyri objectivu linju blaðsins. Nú manglar bert, at tit eisini nýta slíka grundgeving, sum eitt íkast í fullveldiskjakið, Hvítubók, Caragataálitið o. a..

Hvør veit, um lesarin ikki tá fær ein greiðari boðskap frá blaðnum at taka støðu til.


Óli Heinesen