Lógin ímóti yvirgangi stríðir ímóti grundlógini

Ein dómstólur í Kalifornia sigur, at amerikanska lógin ímóti yvirgangi er í stríð við amerikonsku grundlógina. Stjórnin lovar at kanna málið

Sambært dómaranum Audrey B. Collins í Los Angeles er lógin, sum skal forða yvirgangi, ikki nóg neyvt orðað, og tað ger, at í minst tveimum førum stríðir hon ímóti amerikonsku grundlógini, sigur dómarin.
Hetta er fyrstu ferð, at amerikanska yvirgangslógin møtir so beinleiðis mótstøðu.
Dómarin í Los Angeles er heldur ikki einsamallur um hesa støðuna. Løgfrøðiprofessarin David Cole segði í gjár, at úrskurðurin hjá dómaranum staðfestir tað, sum onnur hava víst á fyrr. Hann og onnur vilja vera við, at Kongressin gjørdi ov skjótt av, tá hon samtykti yvirgangslógina, og at hon ikki gav sær stundir til at kanna, um lógin skerjir tey rættindini, sum amerikanska grundlógin tryggjar einstaklingum.
Ein talsmaður hjá løgmálaráðnum í Washington segði í gjár, lógin ímóti yvirgangi er neyðug, men at løgmálaráðið fer at kanna úrskurðin hjá dómaranum í Los Angeles.
Dick Cheney, varaforseti, heldur eisini fast um, at yvirgangslógin er neyðug. Hann segði í Rom mánadagin, at yvirgangsmenn hótta framvegis við at søkja at málum, og at talan kann vera um álop við evnafrøðiligum ella lívfrøðiligum vápnum.