Landsdystur
Tað man vera sjáldan ? um nakran tíð - at fjølmiðlafylgi aftan fyri føroyska landsliðið hevur verið so lítið, síðani Føroyar av fyrstan tíð tóku lut í altjóða kappingum.
Aloftast hevur talan verið um fólk frá Útvarpinum og teimum báðum stóru bløðunum, umframt at sjónvarpið og umboð fyri okkurt av hinum bløðunum eisini hava verið við á nøkrum av ferðunum.
Fara at royna
Hesa ferð er tað tó bert Útvarpið, sum hevur fólk við á ferðini, og spurdur, um tað kendir øðrvísi, nú somikið fá fólk eru við, svaraðir hjálparvenjarin á landsliðnum, Jógvan Martin Olsen, at tað kendist eitt sindur løgið.
- Tað má í øllum førum vera langt síðani, at somikið fá fjølmiðlafólk hava verið við. Nú eru tað bara teir tríggir úr Útvarpinum, og tað kennist eitt sindur løgið, heldur venjarin fyri.
Hvussu er og ikki, so fara vit her á Sosialinum kortini at gera okkara besta, til tess at fylgja landsliðnum á ferðini. Fartelefonir eru hentar at hava í slíkum førum, og nú tað røkist fyri, at SvF eisini fer at senda frá dystinum, er tað so ikki á tekniska økinum, at forðingar liggja hesum viðvíkjandi.









