Eyðsýnt er, at teigurin "hinvegin" á aftastu síðu í Dimmalætting, "skal útfyllast", og ábyrgdin verður síðani "skematisk" býtt millum blaðfólk. Hvørji legu hann liggur í, verður hareftir. Av og á kreppir tú tærnar undan hesum hugleiðingum. Upprunaætlanin við teiginum hevur helst verið, at her skal sigast eitt og annað, sum "fáur annar hugsar".
Hósdagin í seinastu viku, stóð so Pól á Kletti fyri tørni. Helst átti greinin hjá Jákupi Sverra Kass fyri kortum í Dimmalætting um "valdømisskipanina" hugflogið og upprunan til orðini.
Sammetingin við Grønland
Jákup Sverri Kass tók sjálvandi, sum flestu, tá teir viðgera hetta málið, dømi um Grønland sum eitt mynstursamfelag, hetta landið sum samfelt fevnir um meiri enn Norðurlond, Polen, Týskaland, Niðurlondini, Stóra Bretland og Frakland tilsamans.
Grønland hevur íbúgvaratalið til felags við Føroyar og kanska partar av fiskivinnuni. Annars er einki sammetingargrundarlag.
"Interessantir lokalpolitikarar"
Av og á síggja vit politikarar úr høvuðsstaðnum, sum vilja gera seg "interessantar", siga, at okkara valdømisskipan hevur ábyrgd av, at samfelagið ikki virkar.
Sluppu vit av við "lokalpolitikararnar" uttanfyri Havnina, men varveittu teir í høvuðsstaðnum, varð bert gjørd ein "yvirskipan" fyri alt landið, so vóru eingi ørvitisprojekt.
Síðani tekur hesin verdugi og vitandi blaðmaður Dimmalættingar til, at "eingin fer at atkvøða sessin undan sær", "broytingin kemur ikki, uttan við revolvaranum í rygginum", "ov nógvur heimabeitispolitikkur verður rikin", (tað vil siga av útjaðarapolitikarum) og síðani sigur hann, at "upp undir val verða mong ørvitisprojektini samtykt".
Spurningar til kjakið
Eg skal í fyrstu syftu ikki fara nærri inn á hesi viðurskifti, og áðrenn eg geri nakað meiri, fari eg at biðja Pól á Kletti svara mær hesum spurningum, Jákup Sverri Kass, má gjarna verða við:
Hvørji ørvitisprojekt eru farin í gongd, sum ikki áttu at verið framd?
Hvør munur er á heimabeitispolitikarunum í Høvuðsstaðnum, og teimum, sum búgva úti um landið, og hvat er ætlanin við økjunum uttan fyri høvuðsstaðin?
Hvar aðrastaðni hava vit bert eitt valdømi uttan um okkum uttan í Grønlandi?
Hvørja trygd geva politikarar okkara, sum ynskja Føroyar sum eitt valdømi, at vit fáa landsstovnar, t.d. sum Landssjúkrahúsið og almennu fyrisitingina at gerast bíligari og at hesir fáast at virka, at vit fáa ein dyggari dynamikk?
Hvørja trygd hava vit fyri, at valdømisskipanin ikki verður broytt uttan við "eini "álvarsligari" hóttan í rygginum"?
Hvussu veit ein, at politikarar sum búgva í útjaðaranum fara at "atkvøða sessirnar undan sær", tá Føroyar gerast eitt valdømi?
Eingin ivi er um, at tá omanfyrinevndu spurningar eru svaraðir við skili, fáa vit veruligt kjak um evnið, sum ikki hevur verið semja um, tí her hongur so nógv uppi í málinum.
Greinin hjá Pól á Kletti er kanska ikki so løgin, tí her er talan um ein gløggan blaðmann.