Løgin frágreiðing

Formaðurin í Lndsstýrismálanevndini heldur tað vera løgið, at ein umbiðin løgfrøðifrágreiðing skal viðgera niðurstøðuna hjá nevndini heldur enn avleiðingarnar av tí, landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum fer at gera við málið um Jógvan S

Heini O. Heinesen, formaður í landsstýrismálanevndini undrast á frágreiðingina frá Halgiri Winther Poulsen, advokati, sum kunngjørd varð í útvarpi og sjónvarpi týskvøldið.
?Eg haldi tað bæði vera sera løgið og álvarsligt, at tað almenna rindar fyri ein løgfrøðikanning, sum viðger ta niðurstøðu, Landsstýrismálanevndin er komin til. Mær vitandi skuldi landsstýrismaðurin kanna, hvørjar avleiðingar tað fór at fáa, um hann tekur fyribilsloyvið hjá Jógvani S aftur ella ikki. Hetta tykir mær meira sum umbiðið arbeiði. Serliga tá einki annað kann leka út, heldur Heini O. Heinesen.
Hann sigur, at tað ávirkar kortini ikki hansara støðu í málinum, tí Landsstýrismálanevndin hevur viðgjørt sín part. Nevniliga at svara eini beinleiðis kæru um viðgerðina hjá fiskivinnuumsitingini.
?Og tað er hetta, nevndin er til. At ansa eftir, hvussu landsstýrismenninir røkja sítt arbeiði, vísir Heini O. Heinsen á.
Hann heldur tað vera heilt óviðkomandi og púra óneyðugt at gjalda almennar pengar fyri at vita, hvat ein privatur løgfrøðingur heldur um niðurstøðuna hjá Landsstýrismálanevndini. Tað var als iki tað, málið snúði seg um, vísir Heini O. Heinesen á.
Tað eydnaðist ikki at fáa orð á landsstýrismannin við fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, áðrenn blaðið fór til prentingar. Men á beinleiðis útvarpaðum tingfundi fyrrapartin í gjár segði hann, at niðurstøða hansara í málinum fer at verða kunngjørd heilt skjótt.