Herfyri fekk frystilínuskipið Ågot henda løgna fiskin á Føroyabanka, har teir enn einaferð eru á royndarveiði.
Skiparin á Ågot, Hjaltur Poulsen, hevur lagt viðheftu myndir av fiskinum út á sína Facebook-síðu.
- Kennist nakar við henda fiskin? spyr skiparin og leggur aftrat, at teir fingu fiskin í einari skøtu, nú teir vóru á Føroyabanka.
Sjálvur hevur Hjaltur Poulsen verið nógv á sjónum og hevur sæð nógvar løgnar fiskar koma inn um lúnningina.
Á Facebook-síðuni hjá honum siga fólk seg kenna fiskin, og her eru onkur skjótur og sigur, at hetta er ein sonevndur floyfiskur.
Í fiskabókini um floyfisk (callionymus lyra) verður sagt, at fiskurin livir í sjónum heilt av Suðurlandinum í Íslandi til Føroyabanka og Føroyar, Lofoten og til Biscaya.
Men, fiskurin er eisini aðrastaðni og rættiliga víða um høv, og er eisini við Azorurnar og suður til Mauritania, Miðjarðarhavið, umframt vestara part av Svartahavinum.
Lagt verður aftrat, at floyfiskur livir á 4-5 metra dýpi og niður á 200 metra dýpi, og hann verður í mesta lagi 30 sentimetrar langur.
##med2##
##med3##