Edvard Joensen
Tað er undrunarvert, at Ráðið fyri Ferðslutrygd skal hava skrúvað høvdið av og lagt alt vit og skil í ruskspannina, tá hasar útvarpslýsingarnar, sum nú eru at hoyra, vórðu gjørdar.
At hugsa sær, at Ráðið fyri Ferðslutrygd ger útvarpslýsingar, har ein genta, mamma ella kona ringir til ein, sum koyrir bil.
Tað er jú bannað at tosa í telefon, meðan tú koyrir bil.