Umhvørvi
Í samband við verkætlanina hjá Kitty May Ellefsen um
havumhvørvisverndartiltøk og burturkast frá skipum, hevur Gallup Føroyar gjørt kanningina, sum snýr seg um, hvørt føroysk skip fylgja lóggávuni, sum setir bann fyri tøming av burturkasti í havið. Kanningin umboðar 33% av øllum skipum og bátum yvir 12 brt., skrásett í Føroyum í 2003. Av hesum skipum eru 69% yvir 100 brt.
Kanningin staðfestir, at 56% av skipunum beina alt hart burturkast í havið.
- Men tá ið talan er um rakstrarburturkast, svara 82%, at burturkastið verður tikið við til lands. Í hesum førinum er mistur reiðskapur ikki íroknaður.
Tá talan er um flótandi burturkast, siga 96% av skipunum, at spillolja verður avreidd til móttøkuskipanina á landi.
Móttøkuskipanin haltar
- Vert er í hesum sambandi at leggja til merkis, at 69% av skipunum halda, at móttøkuskipanin á landi ikki er nøktandi, sigur Kitty May.
Verður kanningin av skipum samanborin við kanningina um nýtslu av móttøkuskipanun, har havnafútar meta um í hvønn mun skip nýta móttøkuskipaninar á landi, siga 37% av spurdu havnafútunum, at minni enn 30% av skipunum avreiða hart og rakstrarburturkast. 40% av havnafútunum vita ikki, hvussu nógv skip nýta móttøkuskipanina. 12% av havnafútunum meta, at øll skip avreiða burturkastið til móttøkuskipanina á landi.
- Eins og skipini, halda flestu havnafútar, at verandi móttøkuskipan ikki er nøktandi, sigur Kitty.
Hon vísir á, at nógvir trupulleikar eru við móttøkuskipanunum, og lóggávan áleggur ikki skipunum at nýta hesar skipanir.
- Lóggávan ásetir tó, at tað er bannað at koyra burturkast í havið, og at havnirnar skulu hava móttøkuskipanir. Einki eftirlit hevur seinastu árini verið við móttøkuskipanunum til hart og rakstrarburturkast..
Kitty sigur, at tá ið talan er um eftirlit við spillolju, skulu skip yvir 400 brt. føra oljujournal. Ábyrgdina av hesum hevur Skipaeftirlitið, men eftirlit verður einans framt fjórða hvørt ár. Fyri smærru skipini er einki eftirlit.
Yvirornaður leistur
Í niðurstøðuni staðfestir hon, at nógv kann gerast fyri at bøta um móttøkuskipaninar í føroyskum havnum.
Hon vísir á, at sonevndi "no special fee" leisturin kann setast í verk.
- Ein yvirornaður leistur eigur at gerast soleiðis, at havnir og skip vita, hvussu hesi skulu fyrihalda seg til burturkastið. Lóggávan eigur at áleggja skipum at avreiða burturkastið til havnirnar. Hetta burturkast skal síðan skrásetast soleiðis, at eftirlit kann haldast við, um skip fylgja reglunum. Skipini eiga eisini at føra journalir yvir hart og rakstrarburturkast.
IMO staðfestir, at tað hevur týdning fyri verju av havumhvørvinum, at reglurnar á økinum verða handhevaðar.
Kitty May sigur, at føroyska lóggávan um havumhvørvisvernd fylgir teimum áleggingum og treytum, sum Marpol sáttmálin ásetir. Tó vantar ein grannskoðan av lóggávuni.
- Nevnast kann, at landsstýrið arbeiðir við einum lógaruppskoti um umhvørvisvernd. Havumhvørvismálini eru yvirtikin av Føroya Landsstýri, og í høvuðsheitum hevur yvirtøkan av málsøkinum givið løgtingi og landsstýri lóggávu-og umsitingarvald á økinum.
Eingin handhevan
Hon sigur, at høvuðslógarkarmarnir í Føroyum eru til staðar, tá ið ræður um umhvørvisvernd, men samstundis kann eisini staðfestast, at nógv burturkast frá føroyskum skipum verður tveitt í havið í stríð við havumhvørvisverndarlógina.
- Eingin verulig handhevjan fer fram av reglunum, og móttøkuskipaninar á landi liva ikki upp til krøvini um móttøkuskipanir sambært Marpol-sáttmálanum, sigur Kitty May Ellefsen, at enda í niðurstøðu síni.