Løgið val

Umboð Javnaðarfloksins fyri norðoyggjar á tingi Vilhelm Johannesen, heldur, at úrslitið av løgtingsvalinum var sera løgið

Klaksvík:
? Eg eri ikki nøgdur við tað samlaða úrslitið, staðfestir Vilhelm beinanvegin. Og hann heldur, at tað var eitt løgið val, tí at tann samgongan, sum koyrdi landið út í valið, kom styrkt úr tí.
Persónliga hevði Vilhelm eina afturgongd upp á einar 90 atkvøður. Hann sigur, at ein orsøk er, at onkrir av kjarnuveljarunum hjá Javnaðarflokkinum hava valt onkran annan á listanum.
? Eg upplivdi ferð eftir ferð í døgunum upp undir valið, at fólk komu til mín og søgdu, at tað var ikki neyðugt at velja meg, tí eg kom innaftur við vissu. Men um nú øll hugsaðu so, so hevði eg ikki verðið afturvaldur, sigur hann.
Ein onnur orsøk heldur Vilhelm er, at Sambandsflokkurin óivað hevur tikið nakrar av atkvøðunum eisini.
Vilhelm viðgongur, at hann stúrdi fyri úrslitinum í nakrar dagar serliga beint upp undir valið.
? Kanningar bendu á, at tað fór at verða sera tætt millum Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin, so tað er eyðsæð, at nógvir tankar komu fram, sigur Vilhelm.
Men tá samanum kom so var tað ikki so galið hjá flokkinum í norðoyggjum. Hann varðveitti sín mann á triðja plássinum, og tað er Vilhelm sum vera man fegin um.
? Serliga tá eg hugsi um, at hetta helst var seinastu ferð, at eg stillaði upp til eitt løgtingsval. Nú eri eg 61 ár, og um fýra ár verði eg 65, so hetta var helst seinastu ferð. Men ein skal aldrin siga aldrin, sigur afturvaldi tingmaðurin hjá Javnaðarflokkinum í norðoyggjum at enda.