Óløgi tveitti bátin móti berginum

Eftir Útoyggjastevnuna í Mykinesi gekk væl at fáa fólkið av aftur oynni. Tó mundi enda galið, tá ein bólkur av íslendingum í gjárkvøldið skuldi við ferðabátinum Froyi: Eitt stórt óløgi kundi eins væl verðið orsøk til eina størri vanlukku. Góður sjómansskapur forðaði kortini fyri hesum. – Eg havi mangan upplivað ringan sjógv, men hetta er eitt tað ringasta, eg havi verið úti fyri, sigur Bjarki Skúvadal, skipari á Froyi

Mykines: - Hetta óløgið kom so óvæntað, at eingin visti av fyrrenn tað fylti Gjónna við sjógvi, sigur Bjarki Skúvadal við Sosialin.

Veðrið var hampiligt, tá ið Froyur kom út til Mykinesar seint seinnapartin í gjár, men beint áðrenn farast skuldi frá aftur, kom hetta óløgið sum kundi ført til ta stóru vanlukkuna.

Tað var tíbetur ein royndur skipari umborð á Froyi, og hann visti, hvat ein eigur at gera í slíkum føri:

– Eg hevði bert eitt í huganum, og tað var at fáa ferðafólkini og bátin trygt útum bátahylin, sigur Bjarki Skúvadal við Sosialin.

Hesin túrurin hevði einki við Útoyggjastevnuna at gera sum so, men var ein bílagdur túrur við eini 40 íslendskum ferðafólkum.

Ferðavinnufyritøkøan Skúvadal fekk bátin Froyur í 2005. Hann tekur 48 ferðafólk og kann sigla 30 sjómíl. Hann er væl egnaður til longru túrarnar, sum fyritøkan ger, til dømis túrarnar til Mykines.


Endarnir slitnaðu

Veðrið var av tí allarbesta undir Útoyggjastevnuni leygardagin. Henda dagin fluttu bátarnir hjá Skúvadali í Vestmanna mong ferðafólk og stevnugestir út í Mykines.

Sunnudagin vóru teir aftur í Mykinesi við ferðafólki tvær ferðir, millum annað hesum umleið 40 íslendingunum sum ynsktu at vitja vestastu oyggj okkara.

Fyrru ferðina teir løgdu at í bátahylinum gekk væl, hóast tað var eitt sindur ókyrt, - so ókyrt, at endarnir slitnaðu í einari av stóru fyllingunum.

Seinnu ferðina kundi kortini eins væl enda galið, um ikki tann royndi skiparin var so skjóttonktur og dugdi rættan sjómansskap í eini slíkari óvæntaðari støðu.

Tá teir vóru fyrra túrin í Mykinesi henda dagin, spurdi Bjarki staðkendan mann um, hvussu útlitini munda fara at verða við atløguni seinnapartin. Hann fekk tá at vita, at vóru líkindini nøkurlunda góð fyrru ferðina, so fóru tey at gerast betri út á dagin.

Avtalað var, at Froyur skuldi koma eftir teimum um hálvgum seks tíðina. Og tá vóru eisini líkindini góð – lítið lot og avfjarað eitt sindur.

Bjarki Skúvadal lá uttanfyri bátahylin og bíðaði eina løtu, áðrenn hann legði at landi. Hetta gjørdi hann fyri at fáa øll ferðafólkini oman á støðna, soleiðis at tey skjótt og væl kundu fáast umborð aftur.

Hann leggur síðani at og fær ein mann at halda endanum um ein pullart framman og ein aftanfyri, samstundis sum motorarnir gingu.


Trygdarboylin bognaði

Tað gekk væl at fáa allar hesar 40 íslendingarnar umborð, men tá kemur brádliga róp í har frammi: Maðurin við fremra pullartin sær eitt óløgi koma inn móti bátahylinum og varskógvar skiparin um at hetta sær ógvusligt út.

- Eg hugdi tó fyrst aftureftir, tí tað var har at ferðafólkini vóru. Í somu løtu kom óløgið inn á bátahylin, greiðir Bjarki Skúvadal frá. Hann var sjálvur inni í stýrihúsinum allatíðina.

Hann bað menninar sleppa endanum í somu øði, og koyrdi síðani á maskinurnar, fyri at fáa bátin útum vandasjógvin.

Bátahylurin í Mykinesi er skipaður við verjugarðum, og tá ein slík fylling kemur inn, rennur hon á garðarnar og skapar tí hesi sjáldsomu viðurskiftini inni í bátahylinum.

- Hetta óløgið rakti eisini bátin, og vórðu vit ta einu løtuna tveittir yvir ímóti berginum hinumegin. Báturin nart líka við í land, men tíbetur forðaði tann tjúkki trygdarboylin fyri at nakað álvarsligt hendi.

- Hesin boylin nart við land og bognaði eitt sindur, men tað stóð tíbetur ikki álvarsligur skaði av hesum. Eg náddi sovítt at merkja hetta, tí eg konsentreraði meg bara um at fáa bátin út hiðani skjótt og trygt, sigur Bjarki Skúvadal.

Hann tordi ikki at koyra fulla ferð á stóru og sterku motorarnar beinanvegin. Um so var at eitt annað óløgi kom og báturin kom at snara annan veg av hesum, kundi størri skaði hent.

Ferðafólkini vóru sjálvandi skelkað av tilburðinum. ið minti mest um tað sum hendir, tá flogfør koma í turbulens yvir Sørvágsfirði.

- Fólk vóru sjálvandi forskrekt, og eg hoyrdi róp og skríggj frá teimum. Men tað vardi tíbetur stutt – bert eini 30 sekund ella so, sigur Bjarki Skúvadal.