Løgið sjónarmið

Undir yvirskriftini: Hitapumpur - Olja og CO2-útlát, hin 21. jan. greiðir Hanus Vang frá hvussu nógv CO2 útlátið minkar við at nýta hitapumpur.

Hitapumpan sjálv útleiðir onki CO2, men um hon nýtir el, sum er framleitt við olju, so er onki vunnið. Og táið ikki ovmikið er til av grønari orku, verður øll meirnýtsla gjørd við olju.
Rætt er tað at hitapumpur kunnu hava eitt heystanarstig uppá 3 - geva 3kWh fyri 1kWh frá SEV.
Tað Hanus »gloymir« at siga okkum er at, táið vit brenna oljuna sjálvi fáa vit mestsum allan hitan av oljuni. Táið SEV brennur oljuna er meginparturin spillhiti: skorsteinshiti og kølvatn og flutningstap.
Virkni er í besta føri (info frá SEV) 0,4 meðan oljufýrið helst skal vera 0,9 ella betur.
Tað vil siga at hvørjaferð SEV skal framleiða 1kWh av el við olju, skal nýtast umleið 2,5 ferðir so nógv olja sum táið hon verður brent heima.
Um heystanarstigið á hitapumpuni er 3, og øll meirnýtsla hjá SEV verður framleidd við olju, verður CO2 útlátið minkað við muninum millum 3 og 2,5. Í prosentum er hetta 17.
Sum støðan er vil eg geva Helga rætt, táið hann sigur at hitapumpur bara flyta oljutangan úr túninum niðan á Sund.
Støðan er øðrvísi í teimum londum har elframleiðslan ikki er grundað á fossil brennievni.
Har til eru vit ikki komin enn hóast arbeitt verður á fleiri økjum við at fáa grøna orku.
Vil tú vit meir og kann um tað lønar seg hjá tær at nýta hitapumpu ber hetta til á: HYPERLINK "http://orka.teletech.fo" orka.teletech.fo