OLJUMARKNAÐURIN
Hóast oljuprísurin er hækk-aður nakað í seinastuni, vænta tey flestu oljufeløgini ikki, at prísurin fer at broyt-ast nakað munandi teir næstu mánaðirnar ella tað næsta árið. Seinasta summar var prísurin heilt uppi á 147 dollarum fyri tunnuna, men so fall hann aftur niður á einar 45 dollarar, og tann fyrsta ársfjórðingin í ár var hann millum 45 og 48 dollarar. Hesa seinastu tíð-ina er hann hækkaður eitt sindur og er komin nakað upp um 50 dollarar.
Herfyri kunngjørdi Shell eina meting, sum segði, at oljuprísurin fer at halda sær á einum rímiliga lágum stigi teir næstu 18 mán-að-irnar. Rúni M.Hansen, sum dagliga situr í London og er í leiðslubólkinum fyri leit-ing fyri Norðurafrika og Europa hjá StatoilHydro, ásannar, at tað er sera torført at siga, hvussu prís-legan verður, men at tey flestu oljufeløgini hava fyri---reikað seg til, at prísurin framhaldandi verður rími-liga lágur.
Ymiskur tørvur
Eitt er, at eftirspurningurin hjá brúkarunum stýrir prís-inum á olju, men hvør prís-ur er eftir oljufelaganna hugs-an tann rætti fyri tey, soleiðis at tað hongur sam-an hjá teimum fíggjarliga? Rúni M. Hansen sigur, at svarið er ymiskt, alt eftir hvat stað talan er um, men at svarið vanliga verður býtt sundur í trý.
Í fyrsta lagi er talan um tær leiðirnar, haðani olja verður framleidd í løtuni, í øðrum lagi er talan um leiðir, sum eru funnar, og har avgerð er tikin um at byggja út til framleiðslu, og í triðja føri er talan um leiðir, sum er funnar, men har eingin avgerð er tikin um útbygging.
Rúni M. Hansen sigur, at tá tað snýr seg um Stat-oilHydro, skal felagið hava 5 dollarar fyri hvørja tunnu av olju úr leiðum, sum eru í framleiðslu, og hann heldur, at talið man vera á leið tað sama hjá øðrum feløgum. Tá tað snýr seg um eina leið, sum er i fer við at verða bygd út og nästan klár til at fara í framleiðslu, skal felagið hava 35 dollarar fyri hvørja tunnu, fyri er verk--ætlanin skal svara hvørjum sítt, og er talan um eina funna leið, men sum ikki kemur í framleiðslu fyrr enn eina ferð í fram-tíð-ini, skal felagið hava í með-al oman fyri 45 dollarar fyri tunnuna. Sum dømi nevnir Rúni M. Hansen, at SatoilHydro skal seta átta leiðir í framleiðslu í ár, og í meðal skal felagið hava 35 dollarar fyri tunnuna úr hesum leiðunum.
Stórar íløgur
Oljuvinnan er ein sera tung íløguvinna. 2008 var tað størsta íløguárið hjá oljufe-løgunum, og hóast tølini eru heldur minni í ár, eru tey framvegis stór. Eitt nú skal StatoilHydro gera íløg-ur fyri einar 90 milliardir krónur í hesum árinum. Av hesum fara einar 15 milli-ardir til at leita eftir nýggj-um leiðum við Føroyar og aðrastaðni, og hinar 75 milliardirnar fara til útbygg-ing á verandi leiðum.
Rúni M. Hansen sigur, at skal StatoilHydro megna at fíggja allar íløgunar yvir raksturin, skal oljuprísurin vera 55 dollarar fyri tunn-una. Er hann lægri enn tað, má felagið út á marknaðin at læna pengar, ella minka um ílögurnar.
Tað er sera umráðandi hjá oljufeløgunum at leita eftir nýggjum leiðum, tí gera feløgini ikki tað, men bara framleiða úr verandi leiðum, kann tað sam-an-berast við eitt alibrúk, sum tekur allan tann vaksna laksin uttan at seta nýtt út.
– Ta støðuna ætlar Stat-oiHydro sær ikki at koma í, og tí er júst StatoilHydro helst tað felagið, sum brúk-ar sera nógv til at leita eftir nýggjum leiðum, sigur Rúni M. Hansen.
Arbeiða við Føroyum
Sjálvur er Rúni M. Hansen í leiðslubólkinum, sum ar--beiðir við leiting í Norður-afrika og Evropa, men eitt áhugaverdt økið í løtuni held-ur hann vera tað arkt-iska økið, sum mill-um ann-að umfatar Grøn-land. Sein-asta summar vórðu nakrar væl eydnaðar kjarnubor-ingar gjørdar norð-uri á 78 stigum í Land-nyrðings-grøn-landi, sum Stat-oil-Hydro var fyri-støðu-felag fyri, men sum umfatar eitt samtak av fleiri feløgum so sum BP, Chevron og Shell umframt StatoilHydro sjálvt.
StatoilHydro er eisini virk-ið á føroyska økinum og er fyristøðufelag fyri fimm leitiloyvir. Rúni M. Hansen vísir á, at bretsku megin markið eru nógvir brunnar boraðir, og at har er eisini nógv olja funnin. Í føroyskum øki eru har-aft-urímóti bara nakrir heilt fáir brunnar boraðir, og enn er einki funnið.
– Einasti máti at fáa stað-fest, um olja er í føroyskum øki, er við at bora brunnar, og hóast tað kostar meiri enn eina hálva milliard krón--ur at bora ein leitibrunn í føroyskum øki, vænti eg, at StatoilHydro fer at bora, so skjótt felagið er fyri-reik-að, sigur føroyski Statoil-stjórin og leggur afturat, at StatoilHydro brúkar nógva orku upp á at fáa staðfest, hvat er at finna í føroysku undirgrundini. Men sum heild heldur hann, at tey stóru sveiggini í olju-prís-in-um, vit hava sæð síðstu tíð-ina, koma at ávirka leiting-ina við Føroyar nakað.