Løgið at summi fáa serrættindi

- Tað er rættiliga undarligt, at summi fólk skulu hava ser­rættindi at parkera í miðbýnum, tá vit onn­ur, sum liva av at reka forrætning her, hava so stórar trupulleikar av vantandi par­ker­ings­plássum.

Tað sigur Hans Waag, stjóri í Hand­ils­kjallanum í gong­u­gøtuni í Havn.
Hans Waag sigur, at handlarnir í mið­bý­num í hesum døgum eru í sambandi við býráðið um ­pa­r­k­er­ings­við­ur­skiftini. Teir hava fing­ið lovað, at teir fimm, seks básarnir, sum eru uttan fyri Hand­ils­kjallan ikki skulu takast burtur, men nú gøtan verður um­væld, sær tað kort­ini soleiðis út.
- Vit ynskja einki stríð við býráðið um hetta, men tað tykist løgið, at summi skulu hava serrættindi, tá par­ker­ingsplássini eru so fá, sigur Hans Waag.
Hann sigur, at teir seks básarnir uttan fyri Hand­ils­kjallan hava sera stóran týdning fyri teir fýra handlarnar í Handilskjallanum. Har er loyvt at parkera í hálvan tíma, og tað er sera hóskandi, sigur Hans Waag.