Løgið at hoyra

Løgið at hoyra nevndarformannin í SEV siga við Útvarpið á middegi, at SEV bíðar eftir einum loyvi frá mær til eina pumpuskipan í Vestmanna, og at rykt varð eftir loyvinum á fundi við meg í farnu viku.

- Nevndarformaðurin eigur at vita, at tað er ikki landsstýrismaðurin sum útskrivar loyvi av hesum slagnum, og fundurin, sum var í hesi vikuni, var ein kunnandi fundur um ætlanina, og har varð ikki rykt eftir nøkrum svari.