Uttan hana høvdu vit ikki sæð Svein Gaard Olsen standa á stóra X-Factor pallinum fríggjakvøld eftir fríggjakvøld. Tað var nevnliga Frida Poulsen, sum valdi at melda sjeikin til donsku sangkappingina hjá Danmarks Radio, av tí at hann fleiri ferðir hevði nevnt, at luttakararnir ikki dugdu nóg væl. Hon gjørdi tí ikki mætari enn at melda hann til kappingina í ár, soleiðis at hann sjálvur kundi royna seg í sangkapppingini. Og heilt galið hevur tað ikki gingist honum, tí nú er hann komin í finaluna, sum verður fríggjakvøldið.
Alt tykist óveruligt
- Tað er alt eitt sindur óveruligt, men nú hevur hetta staðið upp á í eina tíð, so eg haldi, at eg so smátt havi vant meg við at hava ein kendan sjeik, sigur 23 ára gamla Frida Poulsen. Hon er í løtuni í fer við at útbúgva seg í Danmark og lesur Humanistisk Basisstudium á universitetinum í Roskilde. Alla hesa tíðina, Sveinur hevur verið í X-Factor, hava fjølmiðlarnir víst honum stóran áhuga.
- Sjálvandi er tað er løgið at síggja myndir av Sveini í avísum, bløðum, á netinum og at síggja hann í sjónvarpinum, men hann klárar seg allastaðni væl, so tað er ikki soleiðis, at eg gangi runt og eri nervøs fyri, hvat hann nú hevur gjørt ella sagt við fjølmiðlarnir, sigur Frida Poulsen. Sjálv visti hon ikki nógv meira enn Sveinur, tá tey leygardagin komu til Føroya.
- Eg visti, at vit skuldu flúgva við tyrluni til Havnar, og at okkurt skuldi verða í Norðurlandahúsinum. Eg ánaði tó einki um, at her fór at verða ein so stór veitsla, og at Sveinur skuldi syngja, greiðir Frida Poulsen frá.
Kvinnuligir fjepparar
Hon gongur høgt upp í at stuðla Sveini hesa tíðina og er eisini við til tað mesta, sum hann ger í samband við X-Factor. At ein stórur partur av fjepparunum hjá Sveini eru konufólk, heldur hon bara vera stuttligt.
- Eg vil siga sum so, at eg havi onga orsøk til at vera øvundsjúk ella nakað, tá hann prátar við onkrar fjepparar. Faktisk taki eg tað sum eitt kompliment, at so nógvar gentur halda, at sjeikurin hjá mær riggar væl, sigur Frida Poulsen og flennir. Hon dylir tó ikki fyri, at hóast hetta er ein stuttlig og spennandi tíð, so kann tað eisini vera eitt sindur strævið.
- Vit hava ikki so nógva tíð saman, sum vit plaga, so á tann hátt er hetta ein hørð tíð. Hinvegin vil eg siga, at hetta er strævið upp á tann góða mátan, tí hetta er tað, hann veruliga brennur fyri, og eg stuðli honum hundrað prosent, sigur Frida Poulsen.