Amerikanskir veðurmenn siga, at hesin veturin var tann lýggjasti í 126 ár. Amerikanski veðurstovnurin sigur í einari nýggjari frágreiðing, at hitin í luftini og sjónum í vetur er tann mesti síðani 1880. Tølini umfata tíðarskeiðið frá 1. desember til 28. februar.
Veðurmenninir siga, at veðurfyribrigdið El Nino í Kyrrahavinum var medvirkandi til tann lýggja veturin.
Amerikonsku veðurmenninir siga, at lýggjasti veturin frammanundan var í 1994, og at vetrarnir síðani tá hava verið lýggjari enn frammanundan.