Meðalhitin í Danmark hevur ligið um 9 stig hendan mánaðin, og so lýtt hevur tað ongantíð verið í meðal í apríl, síðani danir fóru undir sínar hitamátingar. Tað vil siga, at meðalhitin er tann mesti síðani 1873. Tað gamla apríl-metið er frá 1948, tá meðalhitin var 8,4 stig, sigur TV2.
Veðurstovan hjá TV2 sigur, at metið í apríl er tað 8. hitametið, sum er sett í einum ávísum mánað í Danmark síðani í juli í fjør.
Tann størsta broytingin var í desember í fjør, tí meðalhitin tá var heili 1,9 stig oman fyri tað gamla metið fyri meðalhita í desember.