Lýggjari veður næstu 100 árini

Miðalhitin í Føroyum og havinum kring Føroyar fer at økjast við trimum hitastigum fram til 2100. Tað merkir helst, at vit fáa eitt minni fjølbrott djóra- og plantulív í framtíðini, stendur í einari frágreiðing, sum danska umhvørvisstýrið hevur gjørt

Veðrið í Føroyum verður lýggjari, og avfallið um veturin verður meiri.
Tað stendur í einari drúgvari frágreiðing, sum viðvíkur veðurlagsbroytingum í Danmark, Føroyum og Grønlandi. Frágreiðingin er gjørd av danska umhvørvisstýrinum í sambandi við, at Danmark hevur bundið seg til Kyoto-sáttmálanum.
Veðurlagsbroytingarnar standast av dálking og í so máta hava vit einki at erpa okkum av. Ein frágreiðing frá Heilsufrøðiligu starvsstovu staðfesti í fjør, at vit hava triðhægsta útlátið í øllum heiminum av koltvíiltu fyri hvønn íbúgva.
Ein ST-frágreiðing um veðurlagið frá 2001 sigur, at menniskjan ávirkar náttúruna og veðurlagið í størri mun enn higartil hildið. Frágreiðingin vísir, at upphitingin av jørðini seinastu 50 árini helst er skapt av menniskjum. Prógvað verður, at veðurlagið er broytt í 20. øld og stórar broytingar eru í væntu næstu 100 árini eisini.
Sambært nýggju donsku frágreiðingini fer hetta eisini at henda hjá okkum.

Heitt og vátt
Árligi miðalhitin í Føroyum fer at hækka trý hitastig fram til 2100, sigur frágreiðingin. Hækkingin í hitanum hendir stórt sæð javnt býtt út á summar og vetur.
Samstundis kunnu vit vænta, at avfallið um veturin fer hækka umleið 25 prosent, men ongar stórvegis broytingar henda um summarið hesum viðvíkjandi.
Tað ljóðar kanska ikki av nógvum, men hetta fær stóra ávirkan á djóra- og plantulívið, serliga í sjónum, sum sigst vera okkara hjallur. Tað, at Føroyar liggja avbyrgdar í Atlantshavinum kann merkja, at broytingar í plantu- og djóralívinum, sum standast av veðurlagsávum, vera uttan javnvág.
Tað vil siga, at tað ikki er vist, at deyðin av summum djóra- og plantusløgum verður uppvigaður av nýggjum sløgum, sum tað ofta sæst aðrastaðni. Altso verður minni fjølbroytt djóra- og plantulív um okkara leiðir, um forsøgnin heldur.

Skaðin í havinum
Størstu broytingarnar henda helst í havinum, hóast óvissan eisini er størst her, so leingi lagnan hjá Norðuratlantiska streyminum ikki er kend.
Ávirkanin á plantuæti verður stór. Stórur vandi er fyri fiskasløg, sum gýta á grunnum sjógvi tíðliga á vári, tí tey vera fyri UV-B stráling, sigur frágreiðingin. Talan er um eitt nú flatfisk, steinbít og onnur fiskasløg, hvørs rogn og ormverur reka til havs.
Ávirkanin á súgdjór í havinum og havfuglar verður serliga, at føðin verður at finna aðrastaðni, reiðring og uppvøkstur verða flutt, og at hægri tal av sjúkum fara at síggjast.
Toskurin sleppur neyvan undan heldur. Afturvendingin av toskinum sær út til at vera treytað av tí, sum hendir við havstreymunum. At tað til dømis hava verið fleiri stormar enn vanligt, hevur áður ført til, at fiskaynglið er blást til havøki, sum vóru ov køld til, at yngulið yvirlivdi. Ein niðurgongd í streyminum úr suðri ávirkar eisini føðina til fiskayngul.

Hóttan í álvara
Hóast nógvar óvissur eru tengdar at slíkum forsøgnum, so vísa tær helst, at menniskjuni, sum skapa yvirupphitingina av jørðini, mugu gera sær greitt, hvat tey vilja. Tað hava eitt nú tikið danir til eftirtektar við at skriva undir Kyoto-sáttmálan, sum føroyingar enn ikki hava tikið undir við.
? Eingin veit við vissu, hvussu umfatandi veðurlagsbroytingarnar gerast frameftir. Men hinvegin kann eingin í dag ivast í hóttanini frá veðurlagsbroytingum á menniskju og umhvørvi, bæði í fátæka og ríka partinum av heiminum. At taka hóttanini í álvara er vorðin ein fortreyt fyri at náa einari burðardyggari menning. Danska stjórnin tekur hóttanina um globalu broytingarnar í fullum álvara og fer at liva upp til sínar altjóða bindingar, sigur Hans Christian Schmidt, umhvørivsmálaráðharri, í fororðinum til frágreiðingina, sum kallast Danmarks Tredje Nationalrapport.
Spurningurin er, um føroyingar taka hóttanina í álvara.

MYNDATXT:
Tey flestu síggja helst sól og glaðar dagar fyri sær, tá tey hoyra, at tað verður heitari veður í Føroyum. Men serfrøðingar siga, at tað gongur út yvir plantu- og djóralívið.
Mynd:


*******
FAKTA

HITI: Miðalhitin í Tórshavn er í dag 6,5 hitastig. Hitin í januar og februar er umleið 3,5 hitastig og umleið 10,5 hitastig í juli. Árligi hitin er ymiskur frá staði til stað og er lægst við Vága floghavn, umleið 6 stig, og hægst á Sandi, har hann er 7 stig. Hitin er bert lítið hækkaður í 90-árunum.

REGN: Tað regnar illa í Føroyum. Eini 1284 mm. Mest í Hvalvík, har tað eru 300 regndagar. Í Tórshavn eru 273 regndagar. Avfallið er nógv hækkað síðan 1970-árini.

SÓL: Árligi sóltímarnir í Tórshavn eru gjørdir upp til 840 tímar. Sólin sær mest í maj og juni, 125 tímar í miðal. Hægst málda sóltímatalið var í maj 1948 og maj 2000. Talið av sóltímum síðstu 20 árini hevur verið javnt.

Kelda: Danmarks Tredje Nationalrapport. Under de Forenede Nationers Rammekonvention om klimaændringer. Miljøstyrelsen, mai 2003.
(Fæst á www.hsf.fo)