Køld luft við vetrarælum trokar seg inn yvir Føroyar av norðri, men seinni í vikuni flyta brúgvaløg og lýggjari luft seg inn yvir oyggjarnar av suðri og útsynningi.
Í dag verður gul til stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s. Fyrrapartin verður skýggjað og kava- ella vátaslettingsæl, men seinnapartin verður turt og sólglottar. Hitin úr frostmarkinum upp í 3 hitastig. Um náttina verður lot til gul av vestri og útsynningi, undir 6 m/s. Turt og sum frá líður skýggjað og hitin millum 2 kuldastig og 2 hitastig.
Í morgin verður lot til andøvsgul av suðri, 3 til 8 m/s, sum øtlar í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur skýggjað og seinnapartin regn ella vátaslettingsæl og hitin millum 3 og 6 stig. Um náttina verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri og landsynningi, 10 til 15 m/s og stundum regn. Hitin millum 2 og 6 stig.
Fríggjadagin verður fyrst strúkur í vindi upp í skrið av suðri og landsynningi, 13 til 18 m/s, skýggjað og regn. Móti kvøldið makar hann vindin niður í gul til stívt andøvsgul av suðri og útsynningi, 5 til 10 m/s. Tað klárar í, men okkurt ælið verður. Hitin alt samdøgrið millum 4 og 8 stig.
Leygardagin verður lot til andøvsgul av útsynningi, 3 til 8 m/s. Turt og sólglottar og hitin um 7 stig. Um náttina verður lot til andøvsgul av landsynningi, sum snarar í ein eystan, 3 til 8 m/s. Turt, men skýggjað og hitin millum 2 og 5 stig.
Sunnudagin verður gul til stívt andøvsgul av landsynningi ella landnyrðingi, 5 til 10 m/s. Skýggjað og regn og hitin millum 5 og 8 stig. Um náttina eitt lítið lot av suðri, undir 5 m/s, og sum frá líður klárar í sunnanfyri. Hitin millum 3 og 7 stig.
Mánadagin verður lítið lot av ymsum ættum, undir 5 m/s. Yvirhøvur turt, men skýggjað og hitin um dagin millum 7 og 10 stig, um náttina millum 2 og 5 stig.










