Lýggja veðrið trýstir oljuprísin

Tað er rættiliga lýtt í USA eftir árstíðini, og tað trýstir oljuprísin niður.

Oljuprísurin hevur verið fallandi teir seinastu dagarnar, og fallið helt fram á marknaðunum í morgun, soleiðis at ein tunna av norðsjóvarolju, sum skal latast í januar, kom niður á 59,3 dollarar.

TDN Finans skrivar, at fallið kemst av tí lýggja veðrinum í USA, og at nýggjar forsagnir hjá amerikonsku veðurmonnunum siga, at amerikanararnir kunnu vænta sær ein lýggjan vetur hesaferð. Tí minkar eftirspurningurin, og tað fær prísin at fella.

Marknaðarserfrøðingarnir eru ikki á einum máli um útlitini. Summir vænta, at avgerðin hjá OPEC-londunum at skerja framleiðsluna fer at avmarka prísfallið, og 17 serfrøðingar, sum Bloomberg hevur tosað við, eru ymsikir á máli. Nakrir vænta, at prísurin fer at hækka aftur í næstu viku, nakrir siga, at hann fer at standa í stað, og uppaftur aðrir vænta, at fallið fer at standa við.

Tað, sum serfrøðíngarnir siga, minni enn so altíð eftirfarandi. Síðani Bloomberg byrjaði at spyrja seg fyri hjá serkunnleikanum eina ferð um vikuna, hava spámenninir mistikið aðru hvørja viku.