- Tað verður framvegis lýtt, sigur veðurmaðurin Petur Skeel, meðan hann eygleiðir veðurforsøgnirnar fyri teir komandi dagarnar.
– Hitin fer at liggja millum 6 og 11 stig teir komandi dagarnar.
Leygardagurin verður heilt hampiligur til veður. Út á kvøldið fer hann kortini at vaksa vindin nakað av suðri, og tað heldur hann fram við sunnudagin.
Sunnudagin verður nevniliga nógvur vindur, kanska upp í storm av eystri við regni.
- Men seinnapartin verður væntandi turt, sigur veðurmaðurin.
Mánadagin sær út til at onkrir sólarglottar fara at verða, eins og nakað av ælingi. Hitin verður millum 6 og 9 stig.
Týsdagin hækkar hann nakað, og tað fer eisini at merkjast á hitastigunum, sum – øvugt ættini – fara at lækka nakað.
Annars vísir eitt yvirlit frá Dansk Meteorologisk Institutt at mesti hitin í farna mánaði var 11,2 stig, meðan tann lægsti var niðanfyri frostmarkið, - 0,9 stig. Miðalhitin var annars 6,5 stig sum var væl nærum 2 stig hægri enn miðaltalið frá 1961-1990 sum var 4,6 stig.
Farna mánaðin vóru 234 mm í avfalli, sum var nærum dupult so nógv sum miðaltalið, 127 mm.










