Seinasta fríggjadag fekk uppskotið “løgtingslóg um barnaumboðsmann” fyrstu viðgerð. Tjóðveldi átti uppskotið.
Ætlanin við uppskotinum er, at stovnsettur verður ein umboðsstovnur,”..... ið tænir børnum, bøtir um barnakor og tekur sær av teimum rættindum og tí tørvi, ið børn hava sambært hesari lóggávu,...”
Her hjá okkum við 48túsund íbúgvum, er familjan hornasteinurin undir einum mennandi samfelagi. Tann dýrgripur børnini eru, verður ongantíð ov væl farin um.
Brúka ábyrgdir til fulnar
Okkara børn og uppvaksandi ættarlið eiga nógvar tættir, sum hava ábyrgd, sum forða fyri, at børnini falla niður ímillum.
Fyrsti tátturin er foreldrini, sum eiga at síggja álvarsemið í at geva barninum eitt so gott lív, sum gjørligt. Við at fáa eitt barn, hava foreldrini samstundis átikið sær eina nýggja og ofta ókenda ábyrgd, sum gevur serstaka gleði, tá rætt er atborið.
Aðrir tættir eru familjan, námsfrøðingar, lærarar, læknar og aðrir stovnar.
Tá námsfrøðingar, lærarar og læknar taka eina útbúgving, átaka tey sær samstundis eina meiri ella minni uppalandi ábyrgd, ið skal takast í álvara. Umráðandi er, tá vit hava so nógvar ymiskligar tættir, at hesir verða til fulnar brúktir.
Tá so onkur kemur út í trupulleikar, tað er altíð eitt fátal, sum tó taka tíð, skulu barnaverndir og Barnaverndarstovan taka við beinanvegin, soleiðis at luturin hjá løgreglumyndugleikanum gerst so lítil sum gjørligt.
Leist eftir egnum fortreytum
Tað tykist sum um Tjóðveldi støðugt vil innflyta danskar og útlendskar stovnar til Føroya, og billa fólki inn, at so eru vit við í altjóðagerðini, heldur enn at hava leist eftir egnum fortreytum.
Her er høvið at mina á, at skal okkum eydnast at verða frammarlaga í altjóðagerðini, og liggja í fremstu røð í 2015, er neyðugt fyrst og fremst at hava okkara egnu bein at standa á, ikki bara politiskt sjálvræðisliga, men eitt samfelag sum er bygt upp praktiskt fólksliga, mentanarliga, vinnuliga, eftir egnum leisti.
Fólkaflokkurin hevur sum skjaldramerki, at familjan er hornasteinurin við ábyrgd, at vit ikki bara lóggeva okkum undan ábyrgd og trúgva, at so eru trupulleikanir loystir.
Okkara stovnar skulu virka til fulnar (optimalt), áðrenn lagdar verða nýggjar og óneyðugar rakstrarútreiðslur á okkara fólk, sum gera, at ábyrgdin køvist “út í sandin”.
HYPERLINK "http://www.keldu.com" www.keldu.com
HYPERLINK "mailto:keldu@post.olivant.fo" keldu@post.olivant.fo