Útlendingamálið
Í tvey ár hevur útlendingamálið verið ovarliga á breddanum í føroyskum politikki. Ofta við ógvusligum yvirskriftum í ymsu miðlunum. Seinasta dømið um hetta var, tá Dagur og Vika týskvøldið lýsti ólukkuligu støðuna hjá Sladianu Petrovic, nú hendan ikki fekk longt sítt arbeiðsloyvi.
Ítøkiliga orsøkin til avslagið var, at talan ikki var um leingjan av arbeiðsloyvi hjá Sladianu. Umsitingin í Innlendismálaráðnum metti, at nú talan var um nýtt arbeiðspláss, so var talan eisini um nýggja umsókn, og tí fylgdi viðgerðin strongu siðvenjuni, sum kom í gildi, tá Jógvan við Keldu varð settur sum landsstýrismaður.
Politiska semjan ikki fylgd
Juridiskt er sum so einki merkisvert í støðuni hjá Innlendismálaráðnum. Danska útlendingalógin er í prinsippinum ein lóg, sum bannar útlendskari arbeiðsmegi - íbúgvar í Norðanlondum undantiknir - at koma til Føroya. Undantøkini eru so, um talan er um mangul upp á arbeiðsmegi, um talan er um fløskuhálsar á arbeiðsmarknaðinum, ella um talan er um elitu-ítróttarfólk, har vit eisini her í Føroyum hava fingið eina reglugerð, sum gevur hesum lagaligar treytir um innferðarloyvi.
Í prinsippinum merkir hendan lóggávan eisini, at ein útlendingur í Føroyum bara hevur loyvi fyri eitt ár í senn. Er hesin komin til landið, tá tørvur er á arbeiðsmegi, so kann sami útlendingur vísast av landinum, so skjótt sum arbeiðsmegistørvurin er nøktaður. Ella um talan t.d. gerst um arbeiðsloysi.
Men hetta er bara í prinsippinum. Tí eftir rokið, sum tók seg upp, tá Jógvan við Keldu nærum setti eitt útlendingastopp í gildi, varð ein politisk semja gjørd. Ein politisk semja, sum staðfesti, at hóast siðvenjan á økinum varð gjørd strangari, nú talan aftur var um arbeiðsloysi í Føroyum, so skuldi nýggja siðvenjan ikki vera galdandi, um talan var um framleingjan av arbeiðsloyvum. Fólk, sum vóru ein integreraður partur av føroyska samfelagnum.
Tann semjan er tó í Innlendismálaráðnum tulkað nakað væl strangari, enn løgtingið ætlaði. Tí umframt at arbeiðsloyvi er tíðaravmarkað, er hetta eisini avmarkað til einstakt virki. Tað vil siga, at hevur tú fingið loyvi at arbeiða á Fiskavirking í Miðvági, so kanst tú bara arbeiða her. Og skalt tú skifta arbeiðspláss, so kann hetta ikki verða gjørt, fyrr enn nýtt arbeiðsloyvi er fingið.
Og í førinum við Sladianu Petrovic, er tað júst her, at trupulleikin liggur. Innlendismálaráðið hevur eftir egnari tulking staðfest, at talan er um nýggja umsókn um arbeiðsloyvi. Og tí er umsóknin ikki gingin á møti.
Og her er politiska semjan á økinum ikki fylgd. Kann vera, at løgtingið ikki hevur hugsað um alskyns juridisk lokabrøgd, men ætlanin - intentiónin - í semjuni er neyvan av fara skeivur av.
Stívrend umsiting
Tað kann væl vera, at orðið »framleingjan« í politisku semjuni hevur verið illa valt juridiskt.
Men samstundis er tað ein veruleiki, at at Innlendismálaráðið uttan stórvegis hóvasták kundi valt at fylgt politiska viljanum, hóast »óhepna« orðavalið.
Tí veruleikin er, at hóast restriktiva lógartekstin, so hevur føroyska umsitingin fingið at kalla fríar teymar frá danska Útlendingastýrinum. Í kunningarskrivi frá 1. oktober 2004, sum er at finna á heimasíðuni hjá Innlendismálaráðnum, verður staðfest: »Annars fegnast landsstýrismaðurin um, at tað longu nú er líkt til, at tað fer at liggja væl fyri at seta ta loysnina í verk, sum verður funnin eftir ársskiftið, tí danski integratiónsmálaráðharrin boðar eisini í brævinum frá, at danska stjórnin metir, at tær reglur, sum skulu galda í Føroyum, skulu vera í fullum samljóði við tað, sum landsstýrið ynskir.«
Tað vil siga, at er føroyski viljin, at ein herd umsiting av lóggávuni ikki skal raka útlendingar, sum longu eru í landinum, so fer danska stjórnin ikki at seta seg upp ímóti hesum.
Í málinum við Sladianu Petrovic kundi umsitingin eisini uttan stórvegis hóvasták komið til, at talan skuldi verið um longt arbeiðsloyvi. Eisini hóast talan nú var um annan arbeiðsgevara.
Eitt nú hevur virkisleiðarin hjá Fiskavirking, Jason Johannesen, víst á, at tað var at kalla vónleyst at fáa fólk í starv hjá virkinum, hóast arbeiðstøk fólk vóru skrásett á Arbeiðsávísingini.
Her er avgerðin hjá Innlendismálaráðnum grundað á, at talan er um arbeiðsloysi í Vágoynni. Hetta sambært yvirliti frá ALS og Arbeiðsávísingini. Danska lógin tosar beinleiðis um, at loyvi kann gevast, um fløskuhálsar eru á arbeiðsmarknaðinum, og sambært úttalilsunum hjá virkisleiðaranum, er væl eingin ivi um, at fløskuhálsar eru.
Menniskjanslig atlit
Og at enda, so kann eisini staðfestast, at tað í lógartekstinum eisini verður lagt upp til, at atlit kunnu takast til menniskjanslig viðurskifti.
Í grein 9 í útlendingalógini stendur staðfest, at í umframt teimum førum, sum fevna um flóttafólk, kann uppihaldsloyvi gevast, um »væsentlige hensyn af humanitær karakter taler for at imødekomme ansøgningen«.
Og júst menniskjanslig atlit eru helst ein av mest tungtvigandi orsøkunum, tá persónsmál um útlendingalóggávuna ferð eftir ferð verða drigin gjøgnum føroysku fjølmiðlarnar.
Sjálvandi kann umsitingarmyndugleikin í hesum førum staðfesta, at umsóknin snýr seg um arbeiðsloyvi - og ikki um varandi uppihaldsloyvi. Men heldur enn at kunna um hendan møguleikan, hevur umsitingarmyndugleikin í slíkum førum givið boð um, at umsóknin verður ikki gingin á møti.