Búskaparráðið er á fullkomiliga skeivari leið, tá tað sigur, at landið kann koma at ábyrgjast fyri øll framtíðartap hjá Smyril Line. Tað sigur løgfrøðingur við Rás2 Í síni fráboðan sigur Búskaparráðið, at við einum partameiriluta saman við Framtaksgrunninum og við einum meiriluta í nevndini er landsstýrið í ferð við at yvirtaka ta óavmarkaðu ávirkanina ? og ta óavmarkaðu ábyrgdina í reiðarínum Smyril Line, og har vendist ikki aftur.
- Tað er rættiliga vist, at landskassin kemur at ábyrgjast fyri eitthvørt tap hjá Smyril Line í framtíðini, sigur Búskaparráðið.
Tað er Jógvan Páll Lassen, løgfrøðingur, fullkomiliga ósamdur í - og hann øtast um hetta úttalilsi.
- Hatta er ikki rætt sambært partafelagslógina ella aðra løgfrøði. Tað er einki løgfrøðisligt hald í hasum. Eg vóni bara, at Búskaparráðið hevur betur skil fyri búskapi enn løgfrøði, tá teir koma við sínum fráboðanum, tí hatta er ein politisk meting, sum er langt við síðuna av, sigur Jógvan Páll Lassen, løgfrøðingur, við Rás2.
Jógvan Páll Lassen sigur, at landið í ringasta føri kann missa tær 30 milliónirnar, sum landið setur í felagið sum partapening - og ikki meira enn tað.