Løgfrøðiligt kynsskifti til 10 ára gomul donsk børn

Ein meiriluti í danska Etiska Ráðnum vil broyta skipanina

Tað skal vera møguligt hjá børnum niður í 10 ár at broyta sítt kyn juridiskt. Tað meinar Etiska Ráðið í Danmark, sum nú mælir til at lækka aldursmarkið frá 18. 

Hetta skrivaði Kristellig Dagblad herfyri.

Hetta fevnir eitt nú um at broyta tey síðstu tølini í cpr-nummarinum hjá børnum, sum ikki kenna seg aftur í egnum kroppi. Samstundis verður heitið á passinum broytt.

16 av 17 limum í Etiska Ráðnum stuðla hesum uppskotinum. Argumentið hjá meirilutanum í ráðnum er, at børn hava eina fatan av sínum egna kynssamleika, longu áðrenn tey blíva tannáringar og koma í pubertetin. Bara ein limur vil varðveita núverandi skipan, sum er, at mann skal vera 18 ára gamal.

Í fjør kom fram, at danska stjórnin umhugsaði at lækka aldurin, og ein meiriluti í Fólkatinginum stuðlaði hesum.