Sjúrður Skaale, stjórnmálafrøðingur, framførdi um vikuskiftið, at "advokatar eru vorðnir eitt slag av heksadoktarum í føroyskum politikki," tí teir verða brúktir av politikarum til at skriva sokallað "løgfrøðilig notatir" til politiskar málsviðgerðir. Jógvan Páll Lassen, advokatur, heldur tað vera skeivt, um advokatar lata seg brúka til hetta endamálið.
- Um advokatar lata seg brúka fyri at fremja eina politiska linju, so er tað skeivt í mínari verð. Tá kann mann neyvan standa inni fyri tí, sigur Jógvan Páll Lassen, advokatur.
Eitt ítøkiligt dømi er málið um uttanríkispolitisku heimildirnar, sum Sjúrður Skaale vísir á. Jógvan Páll Lassen sigur, at hetta málið hevur onki við jura at gera. Men kortini hava politikarar brúkt løgfrøðingar í málinum.
- Hatta málið hevur onki við jura at gera. Tað snýr seg um reinan politikk. Løgfrøðin í hasum málinum kann ikki roynast í einum dómstóli. Hatta er eitt politiskt mál. Um løgmaður hevur gjørt eina avtalu við danska forsætisráðharran, so er tað grundarlagið. Hatta hevur onki við jura at gera, sigur Jógvan Páll Lassen, advokatur.
- Tað er ikki í lagi at brúka juridisk notatir í sambandi við politikk, sigur Jógvan Páll Lassen.
--
Myndatekstur: - Mann er á tunnum ísi, um mann brúkar juridisk notatir í sambandi við politikk, sigur Jógvan Páll Lassen, advokatur
Mynd: Jens Kr. Vang