Liberal Alliance roynir nú aftur at fáa hassj løggildað. Høvuðsorsøkin til lógfestingina er at steðga bandakríggjum, sum er ein vaksandi trupulleiki í Danmark. Í vár varð eitt uppskot lagt fram á Fólkatingi um at løggilda hassj, men fall. Tá var tað bert Enhedslisten, sum tók undir við uppskotinum frá Liberal Alliance.
Men nú verður málið tikið uppaftur.
- Tað er fleiri orsøkir til, at eg enn takið hetta málið uppaftur, sigur Simon Emil Ammitzbøll, politiskur framsøgumaður fyri Liberal Alliance.
Høvuðsorsøkina sigur hann vera bandakríggini, sum gerast alt fleiri og fleiri. Simon Emil Ammitzbøll heldur, at vit at løggilda hassj, fær ein minkaå um bandakríggini. ?Tá kúlurnar flúgva um oyruni á fólki á gøtuni, er tíð til at stegða orsøkunum til hesar bardagar, sigur hann. Hann leggur afturat, at tað er einki sum bendir á, at núverandi politiska bannið stegðar fólki í at roykja hassj.
Onnur lond sum longu hava løggilda hassj eru Holland og Portugal, og serliga í Portugal tykist hetta ikki at hava havt nakra negativa ávirkan, heldur tvørturímóti.










