Kendur lækni
tíðindaskriv
Kendi danski sjónvarpslæknin Peter Qvortrup Geisling, hevur ongantíð verið í Føroyum fyrr, og tí gleðir hann seg tí ómetaliga nógv til at koma henda vegin. Øll kenna henda fryntliga lækna, sum í eitt longri tíðarskeiði hevur bergtikið sjónvarphyggjarir í Danmark og Føroyum. Sum fyrilestrahaldari er hann sera væl avhildin, og um man skal hyggja eftir, hvussu nógv fólk longu nú hava víst fyrilestrunum áhuga, so er eingin ivi um, at tað verður fultsett.
Tað verða sum sagt tveir fyrilestrar. Tann fyrri verður í Norðurlandahúsinum leygardagin 31. januar kl. 15.00 og tann seinni á Hotel Norð sunnudagin 1. februar kl. 19.00, og er tað IRIS í Klaksvík sum samskipar vitjanina hjá læknanum.
»Månedens buket«
Í samband við at læknin vitjar í Føroyum, so er meiningin, at hann skal handa eitt blómutyssi til ein føroying, sum á ein ella annan hátt, hevur útmerkað seg innan tað føroyska heilsuverkið. Tað kann verða ein lækni, sjúkrasystir, portørur, heimasjúkrasystir, heimahjálpari, o.s.fr. Eisini kunnu fólk innstillast, sum hava t.d. lagt eitt stórt arbeiði í ein serligan felagskap ella uppgávu. Øll tey sum skjóta onnur upp, verða við í kapping har 5x1 atgongumerkir til »Lægens Bord« verða burtur lutað.
Ein serlig nevnd hyggur í gjøgnum øll innkomin brøv, og verður »Månedens Buket« handað á fyrilestrinum sum verður í Norðurlandahúsinum 31. januar 2004. Uppskot kunnu sendast til i. Seinasta freist at koma við uppskotum er hósdagin 15. januar 2004.
Spurningar til læknan
Umframt sjálvar fyrilestrarnar, so fer læknin at svara uppá ymiskar spurningar, sum hann hevur fingið frá føroyingum. Teir mest áhugaverdu spurningarnir verða svaraðir undir fyrilestrinum.
Atgongumerkir á forsølu
Atgongumerkir til Norðurlandahúsið kunnu keypast í Norðurlandahúsinum og á Kunningarstovuni, meðan atgongumerkir til Hotel Norð, kunnu keypast á Statoilstøðini í Klaksvík.