Løgdu trýst á býráðslimir

MÓTMÆLI Fólk, sum vilja varðveita fríøkið við Sandá, har ætlanin er at byggja nýggja kirkju, møttu fjølment upp í býráðnum í gjárkvøldið við skeltum fyri at leggja býráðslimir undir trýst, men tað gekk ikki eftir vild

Býráðslimir í Havn vórðu lagdir undir trýst, tá ið teir í gjárkvøldið skuldu taka støðu til at broyta byggisamtyktina fyri eitt stykki ímillum Sandá og Støðlagøtu, so at ein nýggj kirkja kann byggjast á stykkinum.
Eini 30 mótmælisfólk møttu upp á býráðsfundinum við skeltum um at bjarga Sandá í eini roynd at ávirka býráðslimirnir.
Men tað gekk ikki heilt eftir vild, tí eftir at hava kjakast í ein tíma um máli, samtykt ibýráðið samtykti kortini at broyta byggisamtyktina, so at ein kirkja kann byggjast á tí 4000 fermetra stóra stykkinum.
Býráðslimir, sum atkvøddu fyri, løgdu dent á, at ein nýggj kirkja á stykkinum fer ikki at nerva Sandá, tí hon skal byggjast minst 20 metrar frá sjálvari ánni.
Tvørtur ímóti hildu teir, at ein kirkja kann verða eitt prýði fyri økið.
Hetta merkir kortini ikki, at tað er klárt a byggja kirkjuna, tí tað gevur býráðið ikki byggiloyvi til, fyrrenn allar tekningar fyriliggja og umsókn er komin um byggiloyvi.

Býráðslimir skinkla
Ein av teimum, sum varð heitur talsmaður fyri at broyta byggisamtyktina, var Jan Christiansen, sum vísti á, at hetta er eitt gamalt mál í býráðnum og at bæði byggi- og býarskipanarnevndin, fíggjarnevndin og alt býráðið, sum tað er, hava óteljandi ferðir tikið einmælt undir við málinum og tí harmaðist hann um, at býráðslimir nú vóru farnir at skinkla, hóast ikki eitt komma var broytt í ætlanini.
Hetta stykkið, sum ætlanin nú er at byggja kirkjuna á, er eitt stykki, sum Býráðið sjálvt einmælt hevur samtykt at vísa kirkjuráðnum á Argjum á til nýggja kirkju.

Lurta eftir fólkinum
Tann býráðslimurin, sum var ídnastur fyri at varðveita fríøkið, var Jógvan Arge.
Hann dugdi ikki at síggja nakað sum helst skeivt í at býráðslimir lurtaðu eftir fólkinum.
Hann vísti á, at 245 mótmæli eru komin býráðnum í hendi og hann dugdi ikki at síggja, at tað skuldi leggjast býráðslimum til last, at teir lurtaðu eftir hesum mótmælum.
Hann vísti á, at Tórshavnar Býráð hevur lagt stóran dent á at varðveita tær stóru áirnar og hevur ikki vilja givið loyvi til bygin nærri enn 50 metrar frá teimum og hann helt, at tað hevði stóran týdning at halda fast um tað.
- Fyri trivnaðin í kommununi hevur tað alstóran týdning, at luftin og grønu økini kring hesar áir verða varðveiddar, segði Jógvan Arge.
Levi Mørk, sum eisini hevur atkvøtt fyri at broyta byggisamtyktina, so at kirkja kann byggjast, viðgekk, at hann hevði sovið í tímanum, men hann helt ikki at nakað forgjørt var í at lurta eftir fólkinum.
Eisini Marin Katrin Frýdal viðgekk, at tá ið hon hevur atkvøtt fyri ætlanini áður, visti hon ikki, at kirkjan skuldi standa so nær ánni.
Eisini Elin Lindenskov hevur tikið undir við at byggja krkjuna, men nú hevur hon broytt støðu, tí tað ørkymlar hana, at kirkjan skal standa bara 20 metrar frá ánni, tí áður hevur býráðið hildið fast um eitt mark upp á 50 metrar.
Les eisini greinina: Stríðið er ikki tapt enn og greinina: Sjey ímóti seks