Løgdu oljugirðingar á Oyri

Sløkkiliðið í Sundalagnum tók fitt av olju upp við grótkastið á Oyri. Leygardagin rak olja frá russiska trolaranum Olshanu norður ígjøgnum Sundalagið undan ættini, og millum annað kom fitt av olju norður til grótkastið á Oyri.

Sløkkiliðið í Sundalagnum legði ein sokallaðan skimmara út, og í fyrstu syftu tóku teir 2,5 tons av olju upp av sjónum, skrivar heimasíðan hjá Sunda kommunu.

Sjálvt grótkastið á Oyri er eisini dálkað av olju og ein oljusperra er løgd út frá landi sunnanfyri grótkastið. Millum grótkastið og sperruna eru absorbentar lagdir, og teir súgva olju í seg.