HOFF-STOFF
Meðan Fríðrikur, krúnprinsur og Mary, krúnprinsessa, vitjaðu við Gjógv seinnapartin mikudagin, høvdu hesir báðir smádreingirnir størri áhuga fyri barnavinarliga hylinum enn vitjanini úr kongshúsinum.
Hesar myndirnar eru tiknar eftir, at ungu krúnprinsahjúnunum vóru komin til bygdar.
Vit steðgaðu á og spurdu Rúna Nónsgjógv (10) og systkinabarnið, Njál Hansen (8), um teir ikki høvdu sæð Fríðrik og Mary.
Jú, annar hevði sæð á tey í einum bili, men annars var áhugin hjá hesum báðum smádreingjunum størri fyri hylinum og bátunum enn prinsa-og prinsessuvitjanini.
Og tó; tann eini flaggaði við føroyskum flaggi í samband við henda hátíðardag við Gjógv.
Dragandi spælipláss
Rúni býr í Leirvík, og Njál býr í Havn. Teir hava báðir røtur við Gjógv , har teir týðum eru og vitja ? og tá hevur hylurin størsta áhuga sum spælipláss.
Hendan dagin stuttleikaðu Rúni og Njál sær óført í hylinum, meðan restin av bygdini fylgi eftir krúnprinsahjúnunum.