- Okkara fokus er á hondbóltin í dag, meðan teir royndu at hava eina harða og kontanta verju. Hetta lukkaðist ikki hjá teimum, og teir blivu revsaðir fyri tað. Vit løgdu dent á at geva bóltin skjótt upp og spæla skjótt, soleiðis at vit kundu revsa teirra útskifting millum verju og álop, og hetta eydnaðist væl í dag.
- Dysturin verður sjálvandi merktur av reyðu kortunum. Tá so Áki Olsen eisini má seymast, so verður bonkurin rættiliga tunnur, og tá verður tungt hjá VÍF, staðfesti Jónleif eftir dystin.