Løgdu dent á deyðbóltar

Jan Andreasen er ikki tann spælarin, sum skjýtur flestu málini fyri KÍ. Men fá mál munnu hava størri týdning, enn tað, sum veteranurin stútaði inn eftir 77 minuttum sunnudagin.

- Tað er so púra víst, at hatta hevði stóran týdning. Vit høvdu sum part av upplegginum til dystin, at vit skuldu gera okkum ómak við deyðbóltsstøðunum, og tað gav tíbetur eisini úrslit.

Var tað tungt at koma uppaftur, eftir at tit sjálvir høvdu javnað fyri B71?

- Tað kundi tað kanska verið, tí málið kemur beint eftir steðgin. Men eg haldi, at allir spælararnir vístu, at vit vildu vinna dystin. Og vit høvdu eisini ein fantastiskan 12. mann við okkum í dag, sum munaði ótrúliga nógv.

Tit vinna í dag, men tit eru væl ikki heilt leysir av botninum fyri tað?

- Nei. Tað eru vit slettis ikki. Nú varð alt líka sum sett upp á spíss í dag. At hetta var dysturin. Men nú hava vit trý stig niður til niðastu liðini, og so mugu vit seta fokus á næsta dyst.