Málið um heimildina av krevja inn MVG av skrásetingargjaldið av bilum er fyri í Eystara Landsrætti í dag. Rodmundur Nielsen og Bjørn á Heygum hava umboðað 230 aðrar bileigarar í sakarmálinum.
Rodmundur Nielsen sigur við Rás2, at hann og fleiri onnur vóru misnøgd við, at TAKS ikki vildi taka undir við avgerðini hjá Skatta- og avgjaldskærnunevndini, og tí fór hann víðari við málinum.
- Lógarsmíðið hevur verið ov vánaligt, og tað er meira prinsippið enn pengarnar, at vit eru farnir víðari við málinum, sigur Rodmundur Nielsen.
Málið byrjaði hin 10. mars í 2006, tá ein bileigari vendi sær til TAKS at fáa MVG?ið av skrásetingargjaldinum aftur. Tað vildi TAKS ikki, og bileigarin kærdi síðani til Skatta- og avgjaldskærunevndina.
Hon gav kæraranum rætt, og TAKS rindaði ringarnar ? 16.400 krónur ? aftur. Tað var við tí fyrivarni, at TAKS vildi royna málið í rættinum.
Tað var gjørt, men Føroya Rættur kom til júst somu niðurstøðu, sum Skatta- og avgjaldskærunevndin, at eingin heimild fanst at krevja gjaldið inn.
TAKS vildi heldur ikki góðtaka hesa avgerðina, og tí er málið endað í Eystara Landsrætti, sum er í Føroyum í hesi og næstu viku.
Avgerð verður tikin í málinum í seinasta lagi 19. januar.