Lógarsmíð ella krotusmíð

Vinnunvendin kallaði ikki sakkunnleikan inn í viðgerðini av einum upp­skoti til samtyktar um broyt­ingar í há­marks­ferð­ini fyri prutl.
Skilaleyst  serstakliga tá hugsað verður um, at bara í hesum árinum hava ferðsulvanlukkur á prutli kravt trý ung mannalív

Rúna Sivertsen
Formaður, Ráðið fyri Ferðslutrygd


Tað var bert at tilvild, at Ráðið fyri Ferðslutrygd frætti um hetta uppskotið, sum kemur til 2. viðgerð á Føroya Løgtingi týsdagin.
Málið snýr seg um at flyta hámarksferðina hjá prutlum frá 30 km/t til 45 km/t.
Umframt leggur uppskotið upp til, at prutlini ikki verða tøknu­liga avmarkað til at koyra 45 km/t, men bara at lógar­krav verð­ur sett um há­marks­ferð, sum hjá ak­før­um. Ferðslutrygd hevur mælt til at seta hámarksferðina hjá prutlum upp, treytað av, at undirvísing verður sett í verk samstundis. At prutlini ikki skulu verða avmarkað at koyra 45 km/t tekur Ráðið fyri Ferðslutrygd ikki undir við.
Hvørki Politiið, Akstovan Ráðið fyri Ferðslutrygd ella Koyrilærarafelagið eru hoyrd í hesum máli, ella eru biðin um at koma við við­merkingum til upp­skotið.
Í Føroyum doyggja lut­fals­liga fleiri í ferðsluni enn í okkara grannalondum  hetta hava vit gjørt vart við og endurtikið í tað óenda­liga.
Men tað er sum at sletta vatn á gás!
Framvegis taka tey ráðandi ikki ferðslutrygdina í álvara, men lata eitt slíkt mál av hond­um, uttan at tryggja sær neyðugu vitanina.
Vegna Ráðið fyri Ferðslu­trygd heiti eg staðiliga á Før­oya Løgting at beina mál­­ið aftur í nevnd, so sak­kunn­leikin kann takast við upp á ráð, áðrenn uppskotið verður samtykt.