Rolf Guttesen
Eitt løgin leikur er farið fram seinastu tíðina. Tjóðveldisflokkurin er vorðin eitt Cirkus-Hoydal. Ting-maðurin Torbjørn Jacobsen vil ikki finna seg í diktatum frá sitandi floksformann-inum, og hevur brúkt nøkur lýsingarorð um formannin, sum onnur hava brúkt fyrr, bæði í talu og skrift. Eingin ivi er um, at tey eru røtt. Og nú ein floksfelagi (ella kanska fyrrverandi), sum kennir formannin sera væl, brúkar somu lýsingarorð, so er hetta bert ein undirstriking av tí, sum fólk flest hava hugsað í longri tíð. Høgni hevur problemir sum demokratiskur leiðari.
Høgni er ein vatt-nissa
Hevði Torbjørn gjørt nakað floksskaðiligt, so skuldi hann sjálvandi verið blakaður út. Men, sum ein drivin tjóðveldismaður, Finn-bogi Ísakson, skrivaði so beinrakið í gjár, so hevdi Høgni ikki mansmót til at blaka Torbjørn út úr flokkinum. Nei, hann hevdi ?sjálvur? sett seg uttan fyri!!?. Hann verður ikki koyrdur út, men noyddur.
Lógirnar eru einkisigandi
Í lógum floksins stendur einki um hvussu ein limur kann ekskluderast, blakast út, um hann er óynsktur. So her eru fríar ræsur hjá einum ráðaríkum formanni. Har er heldur einki um appel-møguleika. Lógirnar eru stutt og gott óbrúkilig-ar. Einki um limarættindi, og vernd móti diktator-isk-um tendensum.
Krubban er tóm
Greitt er, at torført var hjá Høgna Hoydal at missa positiónina sum landsstýr-ismaður við makt, sum tann ævigi gákarin í bløðunum um øll tey fiksu hugskotini, sum strax skuldu realiserast. Flaggstong í New York, limaskap í Nato, egið pass, piss og pappír. Nú er hann bert formaður í einum lítlum flokki í andstøðu. Krubban er tóm. Nú er tíð at sláast hvør við annan og geva hinum skyldina. Smá-ligt og avdúkandi.