Lógarkrav um bakkikamera

Í USA verður tað í 2014 lógarkrav at allir bilar skulu hava bakkikamera, sum vísir um fólk ella annað er aftan fyri, tá bilurin bakkar.

NHTSA (National Highway Traffic Administration) upplýsir, at árliga koma umleið 18.000 fólk í USA til skaða, orsaka av at tey verða ákoyrd av bakkandi bilum. Í 2009 doyðu 300 fólk av somu orsøk, hetta vóru serliga børn sum spældu ella eldri fólk yvir 70 ár.


Í dag eru tað fleiri bilar, ið hava bakkikamera, sum tendtar, tá bilurin verður settur í bakkgear.