Lógarfusk í altjóðagerðini

Uttanlandsnevndin er samd um, at løgmaður hevur borið seg skeivt at í framløgu síni av Hoyvíkssáttmálanum

Full semja er um, at tað er skeivt at samtykkja sáttmálan sum lóg, so sum løgmaður hevur skotið upp.

Soleiðis sum fleiri okkara lýstu málið undir fyrstu viðgerð fyri fimm mánaðum síðan, soleiðs vísir tað seg at hanga saman.

Umsiting løgtingsins og ein røð av advokatum eru samd í sjónamiðum okkara og mæla so avgjørt frá at samtykkja uppskot løgmans.

Íslendingar eru av somu hugsan sum vit, og íslendska Altingið fer eisini at samtykkja sáttmálan sum uppskot til samtyktar.

Hóast uttanlandsnevndin er samd um sjálvan leistin, og um framtíðarleistin fyri sáttmálager av hesum slag, so er hon ósamd í tilmæli sínum til løgtingið.

Vit, sum eru í minnilutanum, mæla tinginum til at samtykkja málið samsvarandi sannføring okkara.

Meirilutin er hinvegin hoknaður undir trýstinum frá løgmanni, og móti síni sannføring mælir hann løgtinginum til at samtykkja sáttmálan sum lóg.

Teir fýra javnaðar- og fólkafloksmenninir í meirilutanum skriva søgu.

Teir viðganga enntá, at teir mæla tinginum til at samtykkja lógarfusk - við víðfevndum samfelagsskaðiligum avleiðingum fyri altjóðagerðina.

Teir siga um tilmæli teirra til løgtingið:
- "at hesin háttur ikki er framtíðar leistur og ikki á nakran hátt skal skapa fordømi fyri framtíðar sáttmálagerðum av hesum slagi."

Sjálvt barnið í vøgguni spyr tá, hví í verðini eitt heilt løgting skal samtykkja nakað, sum ein heil nevnd er samd um, er skeivt.

Svarið er, at løgmaður hevur hótt við at taka málið aftur, verður tað ikki samtykt eftir hansara høvdið.

Hesir báðir heimastýrisflokkarnir mæla tí tinginum til at samtykkja eitt mistak hesa fyrstu ferðina, ein tílíkur sáttmáli verður gjørdur.

Teir mæla løgtinginum til at virka móti betri vitandi, og at samtykkja eitt lógarkent misfostur hjá løgmanni, sum eftir teirra høvdið kortini ikki skal vera nakað fordømi frameftir.

Vit í minnilutanum vilja ikki hava ruðulleika á økinum, og síggja ein beinleiðis vanda fyri samfelagið, um vit stíga skeivt í hesum fyrsta týdnnigarmikla stigi okkara út í altjóðagerðina.

Samstundis sum vit nú hoyra advokatarnir tosa um lógarfusk í altjóðagerðini, undrast øll nú yvir ein løgmann, sum trýstir eitt løgting frá at halda lóg og landaskil.

Tá stríðið í nevndini um mánaðarskiftið februar/mars var upp á tað hægsta gav formaður sambandsfloksins formanninum í uttanlandsnevndini sína treytaleysu tilsøgn, tá hann í Dimmalætting skrivaði:

- "At taka formannin hjá okkum í Uttanlandsnevndini av ræði, er tað sama sum at taka Sambandsflokkin av ræði, og tað uttan haldgóðar grundgevingar, og tað verður ikki góðtikið
- Formaður okkara í Uttanlandsnevndini ger eitt dygdagott arbeiði, og vit stuðla honum fult í hansara arbeiði í nevndini, og tað vilja vit eisini heita á okkara samgongulimir um at gera."

Vit í minnilutanum halda eisini, at formaðurin í nevndini hevur gjørt eitt gott arbeiði saman við okkum øðrum.

So fáa vit at síggja, um sambandsflokkurin verður tikin av ræði í fyrsta lagi, og um hann góðtekur tað í øðrum lagi.

Hoknar sambandsflokkurin eisini, so kunna vit ikki siga annað enn:

- "Hoknaðu í taratøðum, hetjurnar á Stiklastøðum."